Finn heimasíðu:           Vís heimasíðu yvirlit                   Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
ROKNA GJALDOYRA
DKK100,0000
EUR746,0400
USD481,3800
GBP937,4100
Fleiri gjaldoyru
   ONNUR TÍÐINDI
    TÍÐINDI
16.05.2007 - 13:00    
Dimma skrivar: Gøtumenn byggja skip fyri 230 milliónir

Tað grør um gangandi fót í Syðrugøtu. Á skrivstovuni hjá Vinnuni ovarlaga í bygdini hava tey hesar seinastu átta mánaðirnar putlast við at fáa eina stóra verkætlan upp at standa. Henda verkætlan snýr seg um at byggja eitt nýtt skip, og tað er ikki bara sum at siga tað í hesum døgum. Allar skipasmiðjurnar her á leiðini hava so nógv at gera, at ordrabøkurnar eru fullar fleiri ár fram.


Við hepni og skili hevur tað eydnast felagnum í Gøtu at fáa ein sáttmála um eitt nýtt svartkjaftaskip, og tað verður gjørt soleiðis, at skrokkurin verður bygdur í Pólandi, meðan skipið verður gjørt liðugt á Karstensens Skibsværft í Skagen.

Neyðug íløga
Jákup Jacobsen er stjóri í pf. Vinnuni, og hann ásannar, at talan er um eina stóra og kostnaðarmikla verkætlan, men hann ásannar eisini, at tíðin er komin at skifta út í flotanum. Tróndur í Gøtu er farin um tey 20 árini, Jupiter er nýggjari og Saksaberg er 34 ár.
- Flotin eigur helst at vera endurnýggjaður regluliga, men tað vóru viðurskifti í felagnum í byrjanini sum gjørdu tað ómøguligt. Seinastu árini hava hinvegin gingið væl, og nú mettu vit tað rætt at fara undir hesa verkætlanina, sigur Jákup Jacobsen, stjóri.
Hóast byrjanin felagnum var øgiliga stirvin, er í dag talan um eitt væl konsoliderað felag, sum við árslok í 2005 hevði eina eginogn upp á 210 milliónir krónur. Árið í fjør royndist eisini væl, og hóast roknskapur felagsins ikki er tøkur hjá skrásetingini enn, so er talan um eitt sera gott ár.
Eftir øllum at døma fer eginognin upp um 250 milliónir krónur, so tað grør um gangandi fót í Syðrugøtu.

Liðugt um tvey ár
Nýggja skipið hjá Vinnuni skal vera liðugt í august mánað í 2009. Skrokkurin skal sum sagt gerast í Pólandi, og hann skal vera liðugur hálvan desember næsta ár.


Síðan skal hann siglast til Skagen, har Karstensens Skibsværft skal gera skipið liðugt. Ætlanin í sáttmálanum byggir á, at skipið skal vera liðugt í august 2009, og eigararnir vóna sjálvandi at ætlanin fer at halda. Men hví byggja skip í Danmark? Er tað ikki ein kostnaðarmikil loysn?
- Tað verður kanska eitt sindur dýrari, men vit hava valt at gera tað so, tí tá kunnu vit við vissu standa inni fyri góðskuni. Vit kundu sjálvandi havt leitað aðrastaðir, men so høvdu vit ikki verið vísir í at góðskan var tann sum vit vilja hava, sigur Jákup Jacobsen.
Upprunaliga vóru fimm skipasmiðjur inni í myndini, men tá avtornaði endaði tað við, at Karstensens skipasmiðjan í Skagen fekk sáttmálan, og tað eru teir nokk so fegnir um í Gøtu.
- Vit vita, at henda skipasmiðja hevur arbeitt saman við føroyingum, og vit hava sett ynski fram um at teir brúka føroyska arbeiðsmegi, sigur Jákup Jacobsen.

Fiska fyri 70 milliónir
Tá skipið kostar 230 milliónir er sjálvandi talan um eina øgiliga stóra verkætlan. Tað vil so eisini siga, at skipið skal fiska rættiliga nógv fyri at fáa verkætlanina at hanga saman. Tað eru tey greið yvir í Syðrugøtu, men vóru tey ikki nøkulunda vís í, at tað fór at eydnast, so varð ikki farið undir hesa verkætlanina.
- Útrokningarnar hjá okkum siga, at skipið skal fiska fyri góðar 70 milliónir krónur um árið fyri at tað skal hanga saman, og vit hava vónir um at tað skal bera til, sigur Jákup Jacobsen.
Enn eru øll fíggingin ikki fingin upp á pláss, men tað eru bara smáting eftir. Í løtuni eru Realurin, Eik, Føroya Banki og ein norskur stovnur inni í myndini, og avgerðin um fígging verður helst tikin ein av fyrst komandi døgum.


Nýggja skipið er sum sagt góðar 81 metrar langt og smáar 17 metrar breitt. Tað lastar um 2.700 tons og tekur góðar 900 kubikmetrar av olju. Tað er hálva aðru ferð tað sum Finnur Fríði tekur, og tað er nóg mikið til tríggjar túrar.
- Og so gevur tað eisini okkum møguleika at fara longri enn vit kunnu nú. Vit vita jú ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða og tað kann gerast neyðugt at sigla longri, og so er at vera fyrireikaður upp á tað. Men tað ger eisini, at vit hvørja ferð sleppa frá at velja landingarhavn eftir um vit kunnu fáa tungolju, sigur Jákup Jacobsen.

 

Um góð tvey ár kemur eitt nýtt svartkjaftaskip til Gøtu Tilgjørd mynd: Pf. Vinnan

 

 

 

Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 
Lýs á Knassi
Tú avger alt! Eisini prísin
Vilt tú lýsa klikk her.

   VINNUTÍÐINDI

11.02.2008 - 14:19    
Mikudagin 6. februar byrjaðu teir at skera stál til nýbygning nr. 192
les meir..

13.12.2007 - 09:50    
Fiskaren: Gigantisk oljeutslipp i Nordsjøen
Utslippet på Statfjordfeltet er ifølge Petroleumstilsynet foreløpig beregnet til 3.840 kubikkmeter. Dette er det neste største oljeutslippet i norsk oljehistorie – etter Bravo-utblåsingen i 1977, som var på cirka 12.000 kubikkmeter.
les meir..

29.08.2007 - 06:40    
Biografurin í Klaksvík, atlantis.fo nýggja heimasíðu.
Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík, hevur fingið nýggja heimasíðu. Á atlantis.fo sæst yvirlit yvir komandi filmar og tiltøk í húsinum
les meir..

09.08.2007 - 17:27    
Jupiter verður væntandi inni á Gøtu kl. 16:00 fríggjadagin
Bygdafólki, avvarðandi og áhugaði annars eru vælkomin umborð at hyggja eftir vakra skipinum.
les meir..

21.07.2007 - 10:13    
Ansi tykkum í bátunum. [www.kapprodur.fo]
Tað er ikki altíð heilt vandaleyst at venja í bátinum um summari, sjálvt um tað er gott veður, so verður ofta vant inni í havnalagnum ella fram við har bátar og skip eisini sigla.
les meir..

20.07.2007 - 09:52    
Oldboys rigga til [www.kapprodur.fo]

19.07.2007 - 09:17    
Havnarvág karmur um nógva venjing [www.kapprodur.fo]

18.05.2007 - 20:00    
Tvøroyrar svimjifelag og Tvøroyrar bóltfelag skipaðu fyrst í mai fyri sølustevnu í Trongisvági.

16.05.2007 - 13:00    
Dimma skrivar: Gøtumenn byggja skip fyri 230 milliónir

26.04.2007 - 18:03    
Eik Banki verður skrásettur á tveimum virðisbrævamarknaðum

18.01.2007 - 13:06    
Rakst arbeiðsfólk, sum hava gjørt ÁRF neystið. !

17.01.2007 - 15:12    
Nýggjar tunnlar til Norðurøki- TAKK !

15.01.2007 - 10:40    
Sosialurin skrivar: Tann kolldømda verkætlanin sum gjørdist eitt ævintýr.

23.12.2006 - 18:13    
Væl eydna veitsla hjá ÁRF www.arf.fo

30.11.2006 - 14:03    
Vinn Hitapumpu á Bárubingo 4 des. !

08.11.2006 - 23:28    
Vinn Farteldu á Bingo mánakvøldið 13 nov. !

06.11.2006 - 13:10    
Ímorgin verður nýggja ÁRF róðrarneystið reist. !

06.11.2006 - 12:25    
Ynskjir tú at stuðla ÁRF. ?

03.11.2006 - 21:29    
Sundamenn eftir harun í Árnafirði

27.10.2006 - 21:02    
Vinn grýtuklárar Oksafjórðingar. !

25.10.2006 - 22:26    
Norðingur: Uppboðssøla og mattombola

24.10.2006 - 17:28    
Góðshavnin má gerast størri. !

23.10.2006 - 16:11    
Vælkomin á mína heimasíðu

20.10.2006 - 20:29    
Venjingar-útgerðin bíløgd til neystið(Róðrarportalurin í FO)

20.10.2006 - 12:45    
Kappróðrarneystið í Árnafirði [ Róðrarportalurin í FO ]
   VINNUFORUM
   BØRSEN
   POLITIKEN
KNASSI er partur av KNASSAR