LEINKJUR NUMMARLEITARIN ONNUR TÍÐINDI |   TÍÐINDI 09.07.2005 - 14:37 Niklái Nysted Genial telefonbók á KNASSI
Nú er aftur ein nýggj tænasta komin á KNASSI, ein telefonbók, har tú kanst finna telefonnummur hjá bæði Kall og Føroya Tele kundum.
Stórur dentur er lagdur á skjótleikan á telefonbókini. KNASSI skal vera so skjótur, at eingin bíðitíð skal vera, heldur ikki um tú hevur uppringt samband, og hettar er einki undantak við telefonbókini.
Tað eru ein ørgrynna av leitimøguleikum í telefonbókini. Niðanfyri kanst tú síggja nøkur dømir uppá hvussu tú kanst brúka nummarleitaran:
Soleiðis leitar tú: Veitst tú navnið á einum persóni ella virki og vilt finna teirra
telefonnummar, so skrivar tú bara navnið í leitikassan og trýstir á
"Leita". So kemur yvirlit yvir teir persónar ella virkir við navninum
fram.
Veitst tú eitt nummar, men ikki hvør eigur nummarið, skrivar tú bara nummarið í leitikassan og trýstir á "Leita". So kemur yvirlit yvir hvør stendur fyri nummarinum fram. Minnist tú bert ein part av nummarinum, so koma øll tey fram, ið hava tey nummrini í teirra telefonnummari.
Ofta eru tað nógv fólk, ið eita tað sama. Um tú tá minnist t.d. endatalið í teirra telefonnummari, so kanst tú seta tað inn í leitikassan saman við navninum. Dømi: jonhild 012 finnir allar persónar, ið eita Jonhild og hava 012 í teirra telefonnummari.
Um tú ivast í, um Jonhild skal hava eitt ellla tvey n (Jonhild ella Jonnhild), so skrivar tú jon hild. So finnur tú bæði Jonhild og Jonnhild. Onnur dømi: vald mar finnur m.a. Valdmar, Valdimar og Valdemar. Omanfyri standa nakrir av leitimøguleikunum í Skjót leiting, og undir víðka leiting kanst tú m.a. eisini velja hvat landaøki ella hvørjari bygd tú vilt leita í. Vilt tú skriva á KNASSI? Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita | Lýs á Knassi Tú avger alt! Eisini prísinTrýst her... Vilt tú lýsa klikk her. | ||
AKFØR | FORUM MYNDASAVN | |||