Neystið tekur skap. [Róðrarportalurin í FO]
Kappróðrarneystið hjá ÁRF byrjar nú av álvara at taka skap, nú eru teir hjá KANJON næstan lidnir við at stoypa ovaru hæddina, og kann man nú verðuliga gera sær eina mynd av hvussu umstøðurnar verða í neystinum.

Tað verður sera spennandi at síggja hvussu tað fer at ganga nú timburarbeiðið skjótt fer í gongd.
Tað er BUISON ið skal gera alt timburarbeiðið.
Um ein hugsar um hvussu umstøðurnar hjá rógvarunum hjá ÁRF hava verið, so kann sigars at hetta neystið er eitt risa fet inn í framtíðina.
Vit í ÁRF síggja fram til at taka neystið í brúk, og vænta vit at tað fer at verða eitt sera gott og snotuligt neyst.
www.arf.fo
Róðrarportalurin í Føroyum