Felagið Blóðgevi. Frágreiðing frá aðalfundi 28. apríl 2007.
Aðalfundurin varð hildin í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum leygardagin 28. apríl 2007.
1) Á skránni var fyrst val av orðstýrara. Alexander Samuelsen varð valdur, og hann konstateraði at fundurin var lógliga innkallaður.
2) Síðan var ein stutt formansfrágreiðing. Marita Simonsen, forkvinna, greiddi frá, at aktiviteturin seinasta árið hevur ikki verið nógvur. Á nevndarfundum hava vit fyrireika framleiðslu av einum lítlum filmi. Hann skal vera eini 30-45 sekundir til longdar og skal brúkast í Sjónvarpi Føroya í ”Gevið gætur”, sum verður sent hvørt mánakvøld. Eisini er ætlanin, at hann skal brúkast í biografhallunum. Nevndin hevur fingið tilsøgn frá filmskønum fólki at hjálpa til við upptøku og framleiðslu.
Ætlanin er at hava eitt alment tiltak á Altjóða Blóðgevaradegnum (World Blood Donor Day), sum er tann 14. juni. Tiltakið verður ætlandi í Miðlahúsinum í Vágsbotni við fyrilestrum og undirhaldi.
3) Bo Warberg, nevndarlimur, legði roknskapin fyri 2006 fram. Hann varð góðkendur.
4) Síðan var val av nevndarlimum á skránni. Í ár stóðu 3 nevndarlimir og 2 eykalimir fyri vali.
Marita Simonsen, Randi Heerup Jakobsen og Rúni Sørensen vórðu afturvald í nevndina og Alexander Samuelsen og Julian Eliasen vórðu afturvaldir sum eykalimir.
Nevndin heldur soleiðis fram við somu manning.
5) Felagsisns grannskoðari varð eisini afturvaldur.
Myndir:
Nevndin 28. apríl 2007.
Bo Warberg, Marita Simonsen, Heðin Thomsen og Rúni Sørensen
(Randi Heerup Jakobsen væntar á myndunum) 
Mynd: fundarluttakarar á aðalfundi 28. apríl 2007.

Ref. HT