Nýtt Røktarheim- Hast verk er last verk. !

Atli Steinbjørn Justinussen, næstform. í Sosialu nevnd
Samgongan hevði samtykt, at taka eldarpolitikkin uppaftur
til 2008.
Men ikki var ein komin meira út enn um Býraðsgatt, tá undirritaði hevði biðji um farloyvi, frættist í fjølmiðilinum at Klaksvíkar Kommuna,
skal byggja røktarheim á Viðareiði.
Fyrst vil eg siga, at hetta er at geva hinum bygdinum, sum longu eru uppí Klaksvíkar Kommunu, ein frammaná.
Havi sæð, at umboð fyri Mikladal og Trøllanes, hava verið frammi í
fjølmiðlinum, um at teir halda at teir burdu fari at eftirmett
samanleggingina við Klaksvíkar Kommunu, ja, eg má siga ákkurát
sum er, at eg fekk smílibondini fram, tí Klaksvíkar Kommuna fyllir 100
ár í 2008, og heimbygd okkara Árnafjørður, hevur verið í Klaksvíkar Kommunu øll hesi
árini, so er tað nakað øki, her um leiðir sum hevur krav um eitt
røktarheim í Kommununi, ja, so er tað Árnafjørður.
Las í Norðlýsinum, har borgmeistarin á Viðareiði, roknaði við
at allar aðrar Kommunur fara at koma við í samstarvið, eg haldi
at tit skuldu veri so mikið at tykkum komnir, at boði hinum Kommununum í Norðuroyggjum við beinanvegin.
Í Norðlýsinum var eisini grein, har Jórun Høgnesen, form. í Sosialu nevnd, rósti hesari verkætlan upp til himmals, og so stóð eisini at lesa at Klaksvíkar Kommuna spardi eisini pening, vita tit hvat, sum hava samtykt hetta, tann størsta Kommunan í økinum kann ikki hava hendan leistin at arbeiða uppá, tí tann sum hevur flest borgarar skal sjálvandi gjalda flest krónur.
Og sjálvur haldi eg at best egnaða øki í Norðuroyggjum, til at byggja eitt røktarheim, er í Árnafirði, Árnafjarðar-øki er miðøki í Norðurøkinum, tað boðar tann gamli tingstaður uppí á Køtlum í bygdini frá, og so er Árnafjørður tað øki sum allatíðina hevur veri uppí Klaksvíkar Kommunu, og tað er stutt at koyra, frá øllum hinum økjum til Árnafjørð.
Undirritaði fari inn aftur í Býraði 1 feb. og við hesum leistinum fari eg ikki at taka undir við hesum, tí hast verk er last verk.
E.S. Haldi eisini at tíðin er komin til, at Kommunan broytir navn,
til Norðoya Kommuna, fyri langari tíð síðani, áleið eini 200 ár aftur í
tíðina, vóru Norðuroyggjar ein Kommuna, sum eisini bar tað navnið tá.
Tí nú er so nógv tos um samalegging, sum eg havi eina greiða støðu til, um aðrar Kommununr her á økinum skulu uppí størstu Kommunu, ja, so skal tað vera frívillugt frá teimum, har ein fólka atkvøða verður í ti Kommunu, sum ætlar at leggja saman við KK.
Og navnið Norðoya Kommuna hóskar seg betri, tí longu nú eru fleiri økir uppí, Árnafjørður,Norðoyri,Ánir,Trøllanes og Mikladalur.
Atli Steinbjørn Justinussen
Býraðslimur
Næstformaður í Sosialu nevnd
Í Klaksvíkar Kommunu