Minst til at blunka               Finn:           Vís heimasíðu yvirlit           Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
   Á FORUM NÚ
   ÚR MYNDASAVNINUM
   SPØL
   MAT UPPSKRIFTIR
    TÍÐINDI
17.01.2007 - 15:12    
Nýggjar tunnlar til Norðurøki- TAKK !

Tveir tunnlar á Borðoynna

Í áravís hevur veri tosa um teir gomlu tunnlarnar á Borðoynni, ja, her kann man bara staðfesta og síggja veruleikan í eyguni, bert uttan um tos.

Vit sum nýta hesar tunnlar, hava nú krav uppá at okkurt verður gjørt nú.

 

Undirritaði haldi at besta uppskoti, er linjuføringin sum Sverri Michaelsen, gjørdi fyri Hvannasunds Kommunu, har tveir nýggjir tunnlar vera gjørdir, ein frá Klaksvík til Árnafjørð og so fer hin víðari úr Árnafirði norð um.

 

Eg veit ikki hví hetta øki ikki er priortera, sjálvt um undirritaði eri fólkafloksmaður, rósi eg øðrum, sum ikki eru á somu politiskari meining sum eg sjálvur, tað einasta sum er hent á tunnilsøkinum her norði síðani 1967, er ein nýggjur tunnil til Kunoyar, hattin av fyri Heina í Kunoy, at hann eisini hevur arbeitt sum úlvur í skóg fyri sítt øki. Undirritaði havi ofta diskutera við polittikara fyri okkara øki, um hví teir ikki hava gjørt meira um seg við Norðuroyggjum, ja, so hevur svarið veri, at vit eru eisini landspolitikarar, men harra Gud, er tað at vera landspolitikari, tá tú ikki arbeiðir fyri tínum egna vældømi, tað haldi eg so sjálvur ikki, nú hugsar onkur beinanvegin, vit hava fingið ein Undirsjóvartunnil, men hetta gjalda tey sum nýta hann fyri, og skuldi hetta gjaldið fingist niður í helvt, av núverandi avsláttarskipanini.

 

Hyggja vit aftur um bak, ja, so hava onnur økir í landinum fingið í posa og sekk, tími ikki at nevna nøkur øki, tí øll sum hava eygu og oyru opin, vita hvar politikkarinir hava plasera Føroya Fólks pengar.

 

Hevði eitt privatfelag keypt ella yvirtikið núverandi tunnlar, ja, so høvdu landsmynduleikarnir stongt teir sama dag, men tá tað almenna eigur, tá ber alt til, má undirstrika, at alt ov nógv av tí almenna, hevur misskilt okkurt, tí tað almenna livir jú, av borgarnum.

 

Tunnil/ar til Viðoyingar

Eitt tað vandamiklasta vegastrekkið í Føroyum, má nokk vera strekkið frá Hvannasundi og norð til Viðareiðis, tí her eru omanlop, skriðulop, og so er tað sera brætt niðanfyri vegin.

 

Tí eiga mynduleikarnir at gera okkurt heilt skjótt við hetta strekkið, áðren ólukka hendir á økinum, tí her koyra nógvir bilar dagliga, og bussar koyra skúlabørnini av Viðareiði til Klaksvíkar í framhalds-skúla.

 

Undirsjóvartunnil til Svínoy

Og so ikki at gloyma útoyggjarnar í okkara øki, her hava mynduleikarnir so snorksovi, faktiskt hildið fólkið á hesum útoyggjum fyri tað turra spott.

 

Eg haldi sjálvur, at nú eigur at vera fari til verka, geri ein undirsjóvartunnil til Svínoy oynna, eitt øki sum kundi menst eftir stuttari tíð, tí har er eitt stórt byggiøki, og hví ikki gera ein alternativan flogvøll har úti eisini.

 

Tað sum onkrir politikara hava havt frammi nú, um at gera eina ferjulegu á Norðtoftum, og eina ferjulegu á Svínoynni, og so ein tunnil á Svínoynni, og eina nýggja ferju, sum sjálvandi skal hava eina manning, og hendan ferjan, kann sostatt  ikki brúkast til Fugloynna.

 

Nei, taki tykkum saman, geri eina heildarloysn beinanvegin, tí tað at gera ein undirsjóvartunnil, verður tann betra og bíligara loysnin í longdini.

 

Og gloymi ikki Fugloyingar, byggji teimum eina nýggja ferju, tí undir øllum umstøðum, so mugu teir hava nýggja ferju, óansæ hvør loysn verður framd.

 

Hesi útoyggjafólk eiga greitt at fáa at vita frá tí almenna, hvat ætlanin er við hesum økinum, útoyggjafólkini mugu nokk vera troytt av øllum vallyftinum fjórða hvørt ár, og nú verður skjótt løgtingsval aftur, so søgan fer sikkurt at endurtaka seg.

 

Norðoyggjar eftirbátur á samferðsluøkinum

Nú hava vit her norði krav uppá at vera sett á fíggjarlógina á hesum økjum.

 

Atli Steinbjørn Justinussen,

Árnafjørður

www.atli.fo

atli@atli.fo

 

Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 

Teldupostur

Loyniorð

Auto login
Vís meir



   TÍÐINDI - Heilsa

22.04.2008 - 20:46    
Felagið Blóðgevi. Frágreiðing frá aðalfundi 19. apríl 2008.
les meir..

14.04.2008 - 22:59    
Aðalfundur í felagnum Blóðgeva 19. apríl 2008 kl. 14.
Aðalfundurin verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Allir blóðgevar eru vælkomnir. Eftir fundin undirhalda Ria og Súsanna.
les meir..

12.11.2007 - 18:02    
Býtið av blóðflokkum í Føroyum.
les meir..

11.11.2007 - 23:10    
Landsfundur hjá blóðgevafeløgunum í Føroyum 27. okt. 2007.
Fundarfrágreiðing
les meir..

22.07.2007 - 10:45    
Myndir frá upplivingardegnum hjá ÁRF útkomnar [www.kapprodur.fo]
Nú eru Myndir frá upplivingardegnum hjá ÁRF komnr út á heimasíðuna, dagurin var sera sera hugnaligur, og øll vóru í góðum lag.
les meir..

21.07.2007 - 10:13    
Ansi tykkum í bátunum. [www.kapprodur.fo]
Tað er ikki altíð heilt vandaleyst at venja í bátinum um summari, sjálvt um tað er gott veður, so verður ofta vant inni í havnalagnum ella fram við har bátar og skip eisini sigla.
les meir..

20.07.2007 - 09:52    
Oldboys rigga til [www.kapprodur.fo]
Nú tað er gott ein vika til Ólavsøkuróðurin, eru oldboysmanningarnar farnar at rigga til. Á havnalagnum á Argjum var tað eyðkenda svarta tíggjumannafarið aftur at síggja.
les meir..

19.07.2007 - 09:17    
Havnarvág karmur um nógva venjing [www.kapprodur.fo]
Teir seinastu dagarnir hevur ta verið nógv ferðsla á Havnarvág, og eru tað ikki bert teir hvítu, reyðu og teir bláu bátarnir ið hava verið at síggja. Tað eru fleiri ið vilja vera 100 % sikkur uppá hvussu Ólavsøkumálið skal rógvast.
les meir..

12.06.2007 - 10:23    
Altjóða Blóðgevadagur í miðlahúsinum 14. juni kl. 19.30
Hósdagin 14. juni er Altjóða Blóðgevadagur (World Blood Donor Day). Felagið Blóðgevi skipar hetta kvøldið fyri hugnaløtu í miðlahúsinum í Vágsbotni við fyrilestrum og undirhaldi. Tiltakið byrjar kl. 19.30.
les meir..

29.05.2007 - 12:12    
Veðrið á Norðoyastevnu
Sum tað sær út á 5-daga forsøgnini hjá DMI, so verður veðrið ikki tað besta sum rógvarar kunu ynskja sær leygardagin.
les meir..

18.05.2007 - 20:00    
Tvøroyrar svimjifelag og Tvøroyrar bóltfelag skipaðu fyrst í mai fyri sølustevnu í Trongisvági.
Mynda frásøgn.
les meir..

28.04.2007 - 21:55    
Felagið Blóðgevi. Frágreiðing frá aðalfundi 28. apríl 2007.
les meir..

22.04.2007 - 19:43    
Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva.
Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva 28. apríl.
les meir..

20.01.2007 - 17:30    
Nýtt Røktarheim- Hast verk er last verk. !
Samgongan hevði samtykt í 2005, at taka eldramál uppaftur, men ikki var man komin meira í farloyvi, so frættist úr fjølmiðilinum, at eitt røktarheim, skal byggast á Viðareiði. !
les meir..

18.01.2007 - 13:06    
Rakst arbeiðsfólk, sum hava gjørt ÁRF neystið. !
EL arbeiði hevur fyritøkan Norð-EL gjørt, byggifyritøkan Kanjon, hevur havt betong arbeiði, og Buison hevur gjørt alt timur arbeiði, fyritøkur sum kunna anbefallas. !
les meir..

17.01.2007 - 15:12    
Nýggjar tunnlar til Norðurøki- TAKK !

23.12.2006 - 18:13    
Væl eydna veitsla hjá ÁRF www.arf.fo

30.11.2006 - 14:03    
Vinn Hitapumpu á Bárubingo 4 des. !

08.11.2006 - 23:28    
Vinn Farteldu á Bingo mánakvøldið 13 nov. !

06.11.2006 - 13:10    
Ímorgin verður nýggja ÁRF róðrarneystið reist. !

06.11.2006 - 12:25    
Ynskjir tú at stuðla ÁRF. ?

03.11.2006 - 21:29    
Sundamenn eftir harun í Árnafirði

27.10.2006 - 21:02    
Vinn grýtuklárar Oksafjórðingar. !

24.10.2006 - 17:51    
Fyrsti barnagarður í søguni, sum verður bygdur í Klaksvíkar Kommunu.!

20.10.2006 - 20:29    
Venjingar-útgerðin bíløgd til neystið(Róðrarportalurin í FO)

20.10.2006 - 12:45    
Kappróðrarneystið í Árnafirði [ Róðrarportalurin í FO ]

15.10.2006 - 21:17    
Buison riggar til: [Róðrarportalurin]

06.10.2006 - 21:57    
Meinhard Simonsen, Hvannasund vann ÁRF- Veðrin. !

05.10.2006 - 22:00    
Neystið tekur skap. [Róðrarportalurin í FO]

04.10.2006 - 23:37    
Norðhús vann Fótbóltkappingina hjá ÁRF & NHR 2006

27.09.2006 - 11:36    
ÁRF skrivar Róðrarsøgu | Róðrarportalurin í FO

26.09.2006 - 22:54    
Nýggjar myndir. [Róðrarportalurin]

25.09.2006 - 13:49    
Tekna teg sum lim og vinn 1 VEÐR

24.09.2006 - 21:34    
Rimmar Eydnuhjól í Skálanum leygarkvøldið 30 sept | www.baran.fo

17.09.2006 - 20:58    
Ikki so galið at vunnið 10 seyðir ha. ??? | Kom á Bingoooo. !

11.09.2006 - 13:02    
Lógin um Eydnuspøl, er kappingar avlagandi. !

27.08.2006 - 20:37    
Rimmar Seyðabingo í Skálanum mánakvøldið 4 sept.klokkan 19:30. !

16.08.2006 - 20:01    
Myndir frá

12.08.2006 - 00:28    
Úrslitið av Skjótikappingini 2006

08.08.2006 - 11:29    
Skjótikapping við luftbyrsu
   TÍÐINDI
   HENT MIÐ
KNASSI er partur av KNASSAR     RSS
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
Vilt tú lýsa klikk her.