
Tveir tunnlar á Borðoynna
Í áravís hevur veri tosa um teir gomlu tunnlarnar á Borðoynni, ja, her kann man bara staðfesta og síggja veruleikan í eyguni, bert uttan um tos.
Vit sum nýta hesar tunnlar, hava nú krav uppá at okkurt verður gjørt nú.
Undirritaði haldi at besta uppskoti, er linjuføringin sum Sverri Michaelsen, gjørdi fyri Hvannasunds Kommunu, har tveir nýggjir tunnlar vera gjørdir, ein frá Klaksvík til Árnafjørð og so fer hin víðari úr Árnafirði norð um.
Eg veit ikki hví hetta øki ikki er priortera, sjálvt um undirritaði eri fólkafloksmaður, rósi eg øðrum, sum ikki eru á somu politiskari meining sum eg sjálvur, tað einasta sum er hent á tunnilsøkinum her norði síðani 1967, er ein nýggjur tunnil til Kunoyar, hattin av fyri Heina í Kunoy, at hann eisini hevur arbeitt sum úlvur í skóg fyri sítt øki. Undirritaði havi ofta diskutera við polittikara fyri okkara øki, um hví teir ikki hava gjørt meira um seg við Norðuroyggjum, ja, so hevur svarið veri, at vit eru eisini landspolitikarar, men harra Gud, er tað at vera landspolitikari, tá tú ikki arbeiðir fyri tínum egna vældømi, tað haldi eg so sjálvur ikki, nú hugsar onkur beinanvegin, vit hava fingið ein Undirsjóvartunnil, men hetta gjalda tey sum nýta hann fyri, og skuldi hetta gjaldið fingist niður í helvt, av núverandi avsláttarskipanini.
Hyggja vit aftur um bak, ja, so hava onnur økir í landinum fingið í posa og sekk, tími ikki at nevna nøkur øki, tí øll sum hava eygu og oyru opin, vita hvar politikkarinir hava plasera Føroya Fólks pengar.
Hevði eitt privatfelag keypt ella yvirtikið núverandi tunnlar, ja, so høvdu landsmynduleikarnir stongt teir sama dag, men tá tað almenna eigur, tá ber alt til, má undirstrika, at alt ov nógv av tí almenna, hevur misskilt okkurt, tí tað almenna livir jú, av borgarnum.
Tunnil/ar til Viðoyingar
Eitt tað vandamiklasta vegastrekkið í Føroyum, má nokk vera strekkið frá Hvannasundi og norð til Viðareiðis, tí her eru omanlop, skriðulop, og so er tað sera brætt niðanfyri vegin.
Tí eiga mynduleikarnir at gera okkurt heilt skjótt við hetta strekkið, áðren ólukka hendir á økinum, tí her koyra nógvir bilar dagliga, og bussar koyra skúlabørnini av Viðareiði til Klaksvíkar í framhalds-skúla.
Undirsjóvartunnil til Svínoy
Og so ikki at gloyma útoyggjarnar í okkara øki, her hava mynduleikarnir so snorksovi, faktiskt hildið fólkið á hesum útoyggjum fyri tað turra spott.
Eg haldi sjálvur, at nú eigur at vera fari til verka, geri ein undirsjóvartunnil til Svínoy oynna, eitt øki sum kundi menst eftir stuttari tíð, tí har er eitt stórt byggiøki, og hví ikki gera ein alternativan flogvøll har úti eisini.
Tað sum onkrir politikara hava havt frammi nú, um at gera eina ferjulegu á Norðtoftum, og eina ferjulegu á Svínoynni, og so ein tunnil á Svínoynni, og eina nýggja ferju, sum sjálvandi skal hava eina manning, og hendan ferjan, kann sostatt ikki brúkast til Fugloynna.
Nei, taki tykkum saman, geri eina heildarloysn beinanvegin, tí tað at gera ein undirsjóvartunnil, verður tann betra og bíligara loysnin í longdini.
Og gloymi ikki Fugloyingar, byggji teimum eina nýggja ferju, tí undir øllum umstøðum, so mugu teir hava nýggja ferju, óansæ hvør loysn verður framd.
Hesi útoyggjafólk eiga greitt at fáa at vita frá tí almenna, hvat ætlanin er við hesum økinum, útoyggjafólkini mugu nokk vera troytt av øllum vallyftinum fjórða hvørt ár, og nú verður skjótt løgtingsval aftur, so søgan fer sikkurt at endurtaka seg.
Norðoyggjar eftirbátur á samferðsluøkinum
Nú hava vit her norði krav uppá at vera sett á fíggjarlógina á hesum økjum.
Atli Steinbjørn Justinussen,
Árnafjørður
www.atli.fo
atli@atli.fo