Í morgun fór Norðhús ígongd við útgraving fyri nýggja bygninginum. So skjótt sum útgravingin er liðug verður farið undir at stoypa kjallarin, sum skal hýsa ventilatiónsskipanini. Tíverri muga vit vinka farvæl til grøna tennisvøllin - men har vendist ikki aftur!
Somuleiðis verður økið eitt byggipláss alt hetta árið og roknast má við, at vit skulu liva við parkeringstrupulleikum næstu mánaðirnar.
