Ímorgin verður nýggja ÁRF róðrarneystið reist. !
Ímorgin 6 nov. 2006 verður tað nýggja kappróðraneystið hjá
Árnafjarðar Róðrarfelag reist.(Um veðri verður til vildar).

Her er tað Kanjon sum leggur elementini í, ja, raskir hava teir eisini veri, tað skula teir eiga.
Í framtíðini verður tað Buison, sum fara at prýða heimasíðuna, ísamband við teirra arbeiði hjá ÁRF.
Ja, ikki kann sigast annað enn at futtur er í arbeiðsmonninum
hjá Sp/f Buison.
Longu nú er klárt at reisa, so tað er ein søguligur dagur í Árnafirði,
og Norðuroyggjum í síni heild, tí hetta er fyrsta neyst hjá einum
Róðrarfelag í Norðuroyggjum, sum byggjir eitt høli til endamálið,
tað vil siga sum róðrarneyst, og við venjingarhølið í.
Vit gleða okkum nú tað nærkast at tak kemur yvir høvdið, til
róðrarfólkið og báti/num hjá ÁRF.
Og ikki at gloyma hósadagin 21 des. 2006, tá ræst kjøt og súpan
skal eftir ætlan á borði í tí nýggja róðrarneystinum. :)
www.arf.fo