
Ja, nú er tíðin komin, har loyvt er at skjóta haru.
Sundamenn vóru eftir harun, í Fýramarkahaganum í Árnafirði hósdagin 2 nov.
Fari var frá húsum klokkan 12 og teir komu aftur klokkan 16:30.
Veðri var hampuligt, tó sirmaði og regnaði inn ímillum.
Fongurin gjørdist íalt 18 harur.
Niels í Buð 10 harur
Sigmar Sørensen 5 harur
Óla Hans Hansen 3 harur.
Fýramarhagin hoyrir til festið í Miðstovuni, hjá Oddbjørg Justinussen.
Hagin er ikki útleigaður, sum tað bleiv gjørt fyrr, Fýramarkahagin hevur valt ikki at leiga hagan út, men fjallmennirnir hava møguleikan at skjóta haru í haganum, sera genialt. !