
Eitt stórt málsøki, eru barna-ansing/barnagarðar, og má hetta øki sjálvsagt prioterast høgt, so at øll kunna fáa síni børn ansa.
Tað hevur stóran týdning fyri borgarnar at tey hava møguleikan at fáa síni børn í eina ansingarskipan/barnagarð o.l. Tá vit skulu hava fleiri fólk at búsetast í Kommununi er neyðugt at møguleikarnir eru nógvir í tali, tí fólk sum hava búðleikast í stórum býum uttanlanda, og so koma heimaftur á klettarnar, tey flestu við góðum útbúgvingum, tá hyggja tey flestu eftir hvør Kommuna hevur møguleikan at fáa teirra børn ansa, umframt hvørjir aðrir møguleikar eru at bjóða í økinum.
Hetta arbeiði er so skjøtil settur á, soleiðis at kommunun nú er farin á annan bógv, og fer nú á fyrsta sinnið at byggja ein nýggjan ansingarstovn, sum er tann fyrsti sum er bygdur sum ansingarbygningur í søguni hjá Klaksvíkar Kommunu, og er hetta eitt stórt framstig hjá Kommununi.
Barnagarðurin verður eftir ætlan klárur í 2007, at taka í brúk.
Atli Steinbjørn Justinussen
Næstformaður í Sosialu nevnd
atli@atli.fo
E.S. Var formaður á hesum nevndarfundi, tá tað var samtykt í Sosialu nevnd, at tann fyrsti barnagarðurin í Klaksvíkar Kommunu, skuldi byggjast. !