Júst í hesum døgum eru teir hjá byggjifyritøkuni Buison farnir undir at rigga til at gera timburarbeiðið í róðrarneystinum hjá ÁRF.

Tað fara at ganga nakrar heilt fáar vikur til neystið verður liðugt innilokað.
Tilfarið til neystið kemur til Árnafirðar fyrst í hesi vikuni, og so skjótt sum teir hjá Kanjon eru lidnir við betongarbeiðið, verður hamari tikin í hond, og arbeiðið við at innilokað neystið fer í gongd.
Tað hevur verið sera spennandi at fylgt arbeiðinum. Nú betongarbeiðið er næstan liðugt, kann ein verðuliga ímynda sær hvussu neystið fer at taka seg út, baði innan og uttan.
Vit hjá ÁRF eru sera spent at taka neystið í brúk, samstundis sum at 8 mf. Árnfirðingur sum er bygdur í 1965 fær eitt heim.
www.arf.fo
Róðrarportalurin í Føroyum