Vevmátingarlistin í viku 38.
Kall heldur í hesum døgum sín 5 ára føðingardag. Tey hava hópin av tilboðum og hetta sæst eisini aftur í talinum á brúkarum, hesa vikuna hevur www.kall.fo tikið sítt egna met. Tá ið veðurlíkindini skikka sær pent og flogførini kunnu flúgva regluliga eru gestirnir hjá www.floghavn.fo ikki so títtir. Til ber næstan at siga, at øktur títtleiki á flogførunum merkir lægri títtleika á teimum vitjandi til www.floghavn.fo. Nýggja síðan www.privat.fo er hástøkk framum allar síðurnar farnu viku, men hetta er eisini bara onnur vikan á listanum, so útlitini fyri stórari øking vóru góð. Brúkaratalið vaks við ikki færri enn 2.290%, klára teir somu gongd í næstu viku, so verður spennandi hjá teimum. Útbúgvingarstevnan Markleys útbúgving verður hesa vikuna, tað sæst aftur á síðuni www.ask.fo hjá Altjóða skrivstovuni, tí hon mundi sligið sítt egna met. Fiskavirkið Norðfra í Norðdepli, sum selur fisk um alt landið, partvíst um internetið, hevur trúgvar kundar, tí talið av vitjandi er støðugt og veksur so líðandi viku fyri viku. Portalurin hjá Føroya Tele hevur patent uppá oddasessin og tykist nú hava stabiliserað seg við omanfyri 1 millión sýndum síðum um vikuna, av teimum seinastu 10 vikunum hava tær 9 ligið omanfyri milliónina.