Aftur í dag vístu tær umborð á 5 mannafarinum Hvassa at tær eru bestar. Hóast tær endaðu á aftasta plássi á Norðoyastevnu, megnaðu tær at kempa seg fram á fremsta pláss til Vestanstevnuna og aftur í dag á Ólavsøku vístu tær hvør tann rætti vinnarin er. Og gongur sum ætla verður manningin aftur at síggja umborð á 5 mannafarinum Hvassa aftur komandi kappróðrarár og tá verður tað spennandi at vita um nakar av hinum klára at vera frammanfyri hesar røsku róðrargentur, úr Sunda Róðrarfelag.


Fyri 15 árum síðani megnaði Hvassi at vinna somu róðrar, á Vestanstevnuni og á Òlavsøku. So hesar vístu at tað enn er vilji til staðar at vinna hja Su.r.f.

Tær sum mannað 5 mannafari hvassa í ár eru:
Annetta Ejdesgaard (bátsformaður)
Ingibjørg Reinert (róðurskvinna)
Rannveig Joensen, Fríða við Streym, Svanna Dam Joensen og Sóleyg Johannesen.
ÁRF heimasíðan ynskjir Hvassa hjartaliga tillukku.
ÁRF/J.J.