Minst til at blunka               Finn:           Vís heimasíðu yvirlit           Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
   Á FORUM NÚ
   ÚR MYNDASAVNINUM
   SPØL
   MAT UPPSKRIFTIR
    TÍÐINDI
28.07.2006 - 00:26    
Ætlanin er at hava Ræst kjøt og súpan á Jólum

Árnafjarðar Róðrarfelag er í løtuni í ferð við at byggja nýtt Kappróðrarneyst í bátahylinum í Árnafirði, neystið kemur at kosta uml. 2 milliónir tá tað er klárt at taka í nýtslu.

 

ÁRF sum bleiv endurstovnað 6 apríl ífjør 2005, hevur stórar ætlanir fyri framman nú neystið verður klárt eftir ætlan at taka í nýtslu á jólum.

 

Felagið hevur bílagt tveir nýggjar bátar frá bátabyggjaranum Sámali Hansen, tann fyrri sum er bílagdur verður liðugur til kappingarárið 2007, og er hetta fyrsti nýggjur kappróðrarbátur til Árnafirðar í heili 42 ár.

 

Bygdin er ógvuliga spent um hesa nýggju byrjanina hjá ÁRF, viðmerkjast skal tó at vit taka nú stig fyri stig, har ætlanin er at byggja hetta nýggja arbeiði upp yvir 15-20 ár fram.

 

Vit vóna at tað verður ein knall góð manning sum kemur at manna hetta nýggja farið, sum fer at vera eitt 6 mf. ella eitt 8 mf.

Ìfjør luttók felagið við tí gomlu skútuni frá 60 inum, og í ár luttekur felagið við gomlu Stráluni sum bleiv bygd í 1991, sostatt er 2007 eitt serstakt ár hjá tí endurstovnaða ÁRF har felagið fer at luttaka við tí nýggjasta bátinum í kappróðrarflotanum fyri kappingarárið 2007.

 

Og hava vit góðar vónir at fáa eina góða manning til 2007, við tí fyri eygað at eitt nýtt neyst stendur klárt til rógvarnar, at venja í.

 

Tað kemur at vera eitt vælútgjørt venjingarhølið, við áleið hesari útgerð.:

 

6 Consept2 rógvimaskinur.

Rennibond.

Súkklur.

Vektbonkir.

o.m.a.

 

Eisini vera brúsurúm/wc-ir í hæddini har venjingin fer fram.

 

Og í sjálvum venjingarhølinum verður gott ljóðannlegg uppsett, við nýmótans cd/radio avspælara, og sjálvandi við soround.

 

Eisini verður hugnaligt høli til sosialt hjá rógvarnum at møtast í, har møguleiki verður at matgera í køki, hugnalig sjónvarps-stova við flatskermi 42 ", osfrv.

 

Ja, tað standa stórir og opnir møguleikar fyri framman í Árnafirði til kappróður, og so vóna vit eisini at seriøsir rógvarar sum hava vinnaratypuna í sær fara at vísa hesum áhugað, vit síggja fram til hetta hjá Árnafjarðar Róðrarfelag.

 

At enda kunna vit nevna til stuttleika, at í Árnafirði búgva uml. 45 fólk, og skuldi eitt neyst veri bygt í øðrum støðum við størri fólkatalið enn í Árnafirði, við sama krónutalið, sum hetta neystið verður bygt fyri so

hevði eitt neyst í.:

 

Havn kosta uml. 800 milliónir

Sundi kosta uml. 20 milliónir

Klaksvík kosta uml. 200 milliónir

 

Vit kundu hildi fram soleiðis við øðrum støðum.

 

E.S.: Vit fara framhaldandi at koma við onkrum greinum gjøgnum veturin, so tað er bara at klikkja seg inn á www.arf.fo

 

Annars góða Ólavsøku øll somul.

 

www.arf.fo

 

Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 

Teldupostur

Loyniorð

Auto login
Vís meir



   TÍÐINDI - Tónleikur

28.03.2008 - 01:44    
Stór útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg
Leygarkvøldið 12. apríl kl. 20.00, verður rimmar útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg í ítróttarhøllini á Skála.
les meir..

21.07.2007 - 10:13    
Ansi tykkum í bátunum. [www.kapprodur.fo]
Tað er ikki altíð heilt vandaleyst at venja í bátinum um summari, sjálvt um tað er gott veður, so verður ofta vant inni í havnalagnum ella fram við har bátar og skip eisini sigla.
les meir..

20.07.2007 - 09:52    
Oldboys rigga til [www.kapprodur.fo]
Nú tað er gott ein vika til Ólavsøkuróðurin, eru oldboysmanningarnar farnar at rigga til. Á havnalagnum á Argjum var tað eyðkenda svarta tíggjumannafarið aftur at síggja.
les meir..

19.07.2007 - 09:17    
Havnarvág karmur um nógva venjing [www.kapprodur.fo]
Teir seinastu dagarnir hevur ta verið nógv ferðsla á Havnarvág, og eru tað ikki bert teir hvítu, reyðu og teir bláu bátarnir ið hava verið at síggja. Tað eru fleiri ið vilja vera 100 % sikkur uppá hvussu Ólavsøkumálið skal rógvast.
les meir..

18.05.2007 - 20:00    
Tvøroyrar svimjifelag og Tvøroyrar bóltfelag skipaðu fyrst í mai fyri sølustevnu í Trongisvági.
Mynda frásøgn.
les meir..

02.05.2007 - 11:00    
we7.com ókeypis mp3 sangir lógliga
Downloada mp3 lógliga, goldið við lýsingum tú kanst sleppa av við, eftir tú hevur hoyrt lýsingina nakrar ferðir.
les meir..

23.12.2006 - 18:13    
Væl eydna veitsla hjá ÁRF www.arf.fo
Fleiri myndir koma inn á heimasíðuna seinri. !
les meir..

30.11.2006 - 14:03    
Vinn Hitapumpu á Bárubingo 4 des. !
Mánakvøldið er møguleiki at vinna eina hitapumpu PANASONIC DELUXE CU-E9DKE, frá KBI í Klaksvík. Bingo byrjar mánakvøldið 4 des. klokkan 19:30. Og bingo verður í Skálanum í Klaksvík.
les meir..

08.11.2006 - 23:28    
Vinn Farteldu á Bingo mánakvøldið 13 nov. !
Vinn eina Cooooooola Farteldu frá Com-Data. !
les meir..

06.11.2006 - 13:10    
Ímorgin verður nýggja ÁRF róðrarneystið reist. !
Longu nú er klárt at reisa, so tað er ein søguligur dagur í Árnafirði, og Norðuroyggjum í síni heild, tí hetta er fyrsta neyst hjá einum Róðrarfelag í Norðuroyggjum, sum byggjir eitt høli til endamálið, tað vil siga sum róðrarneyst, og við venjingarhølið í.
les meir..

06.11.2006 - 12:25    
Ynskjir tú at stuðla ÁRF. ?
Ynskjir tú at stuðla einum felag í stórum vøkstri. ? Felagið fær nú nýtt neyst fyri góðar 2 mió., við spildurnýggjari venjingar-útgerð. Og til Róðrar-árið er spildurnýggjur bátur klárur eisini. !
les meir..

03.11.2006 - 21:29    
Sundamenn eftir harun í Árnafirði
Nú er komi til harutíðina. Sundamennirnir, vóru eftir harun, í Fýramarkahaganum í Árnafirði, hósdagin 2 nov.
les meir..

27.10.2006 - 21:02    
Vinn grýtuklárar Oksafjórðingar. !
Kom og ger Kvettið, vinn fyrstafloks oksafjórðingar, sum eru grýtuklárir. !
les meir..

20.10.2006 - 20:29    
Venjingar-útgerðin bíløgd til neystið(Róðrarportalurin í FO)
Nú hevur Róðrarfelagið bílagt venjingar-útgerðina. !
les meir..

20.10.2006 - 12:45    
Kappróðrarneystið í Árnafirði [ Róðrarportalurin í FO ]
Í gjár gjørdu teir klárt til at leggja dragarar í, og í dag er so alt tilfarið komið.
les meir..

15.10.2006 - 21:17    
Buison riggar til: [Róðrarportalurin]

06.10.2006 - 21:57    
Meinhard Simonsen, Hvannasund vann ÁRF- Veðrin. !

05.10.2006 - 22:00    
Neystið tekur skap. [Róðrarportalurin í FO]

04.10.2006 - 23:37    
Norðhús vann Fótbóltkappingina hjá ÁRF & NHR 2006

27.09.2006 - 11:36    
ÁRF skrivar Róðrarsøgu | Róðrarportalurin í FO

26.09.2006 - 22:54    
Nýggjar myndir. [Róðrarportalurin]

25.09.2006 - 13:49    
Tekna teg sum lim og vinn 1 VEÐR

24.09.2006 - 21:34    
Rimmar Eydnuhjól í Skálanum leygarkvøldið 30 sept | www.baran.fo

17.09.2006 - 20:58    
Ikki so galið at vunnið 10 seyðir ha. ??? | Kom á Bingoooo. !

11.09.2006 - 13:02    
Lógin um Eydnuspøl, er kappingar avlagandi. !

27.08.2006 - 20:37    
Rimmar Seyðabingo í Skálanum mánakvøldið 4 sept.klokkan 19:30. !

16.08.2006 - 20:01    
Myndir frá

12.08.2006 - 00:28    
Úrslitið av Skjótikappingini 2006

08.08.2006 - 11:29    
Skjótikapping við luftbyrsu

08.08.2006 - 11:06    
Rudding av Sandinum

04.08.2006 - 12:54    
Fleiri myndir. - Róðrarportalurin

01.08.2006 - 15:08    
Ólavsøku myndir | www.arf.fo heldur fram

28.07.2006 - 22:15    
Genturnar umborð á 5 mannafarinum Hvassa gjørdu aftur bart ídag

28.07.2006 - 21:15    
"Metallini" tyngjast norði í Sundinum

28.07.2006 - 00:26    
Ætlanin er at hava Ræst kjøt og súpan á Jólum

27.07.2006 - 22:19    
Ritan ætlar sær at gera enn eitt bragd í 2006

24.07.2006 - 11:38    
ÁRF tippar at hesir bátar vinna á Ólavsøku

22.07.2006 - 10:25    
Tað gongur skjótt. - www.arf.fo

20.07.2006 - 18:05    
Nú er arbeiði uppá kappróðrarneystið byrja hjá Árnafjarðar Róðrarfelag

16.07.2006 - 15:35    
Myndir frá Vestanstevnu 2006 í Sandavági
   TÍÐINDI
   HENT MIÐ
KNASSI er partur av KNASSAR     RSS
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
Vilt tú lýsa klikk her.