
Árnafjarðar Róðrarfelag er í løtuni í ferð við at byggja nýtt Kappróðrarneyst í bátahylinum í Árnafirði, neystið kemur at kosta uml. 2 milliónir tá tað er klárt at taka í nýtslu.
ÁRF sum bleiv endurstovnað 6 apríl ífjør 2005, hevur stórar ætlanir fyri framman nú neystið verður klárt eftir ætlan at taka í nýtslu á jólum.
Felagið hevur bílagt tveir nýggjar bátar frá bátabyggjaranum Sámali Hansen, tann fyrri sum er bílagdur verður liðugur til kappingarárið 2007, og er hetta fyrsti nýggjur kappróðrarbátur til Árnafirðar í heili 42 ár.
Bygdin er ógvuliga spent um hesa nýggju byrjanina hjá ÁRF, viðmerkjast skal tó at vit taka nú stig fyri stig, har ætlanin er at byggja hetta nýggja arbeiði upp yvir 15-20 ár fram.
Vit vóna at tað verður ein knall góð manning sum kemur at manna hetta nýggja farið, sum fer at vera eitt 6 mf. ella eitt 8 mf.
Ìfjør luttók felagið við tí gomlu skútuni frá 60 inum, og í ár luttekur felagið við gomlu Stráluni sum bleiv bygd í 1991, sostatt er 2007 eitt serstakt ár hjá tí endurstovnaða ÁRF har felagið fer at luttaka við tí nýggjasta bátinum í kappróðrarflotanum fyri kappingarárið 2007.
Og hava vit góðar vónir at fáa eina góða manning til 2007, við tí fyri eygað at eitt nýtt neyst stendur klárt til rógvarnar, at venja í.
Tað kemur at vera eitt vælútgjørt venjingarhølið, við áleið hesari útgerð.:
6 Consept2 rógvimaskinur.
Rennibond.
Súkklur.
Vektbonkir.
o.m.a.
Eisini vera brúsurúm/wc-ir í hæddini har venjingin fer fram.
Og í sjálvum venjingarhølinum verður gott ljóðannlegg uppsett, við nýmótans cd/radio avspælara, og sjálvandi við soround.
Eisini verður hugnaligt høli til sosialt hjá rógvarnum at møtast í, har møguleiki verður at matgera í køki, hugnalig sjónvarps-stova við flatskermi 42 ", osfrv.
Ja, tað standa stórir og opnir møguleikar fyri framman í Árnafirði til kappróður, og so vóna vit eisini at seriøsir rógvarar sum hava vinnaratypuna í sær fara at vísa hesum áhugað, vit síggja fram til hetta hjá Árnafjarðar Róðrarfelag.
At enda kunna vit nevna til stuttleika, at í Árnafirði búgva uml. 45 fólk, og skuldi eitt neyst veri bygt í øðrum støðum við størri fólkatalið enn í Árnafirði, við sama krónutalið, sum hetta neystið verður bygt fyri so
hevði eitt neyst í.:
Havn kosta uml. 800 milliónir
Sundi kosta uml. 20 milliónir
Klaksvík kosta uml. 200 milliónir
Vit kundu hildi fram soleiðis við øðrum støðum.
E.S.: Vit fara framhaldandi at koma við onkrum greinum gjøgnum veturin, so tað er bara at klikkja seg inn á www.arf.fo
Annars góða Ólavsøku øll somul.
www.arf.fo