
Vit hava íkvøld tosa við róðursmannin mikla Martin Simonsen, umborð á 5 mannafarinum Rituni norðan úr Sundinum.

Vit hava spurt Martin um hvørjar vónir teir hava ímorgin til Ólavsøkuróðurin, sum eisini er tann seinasti róðurin har rógvarnir hava møguleika at leggja sínar allar, allar, seinastu kreftirnar í áratøkini í 2006.:
Martin svarar soleiðis, jú, Atli vit hava sera góðar vónir ímorgin, tað vóna vit í øllum førum, vit hava nú til Ólavsøku ein nýggjan rógvara umborð, tí ein av manningini (Jón Mørkøre) sum hevur fastan kjans umborð á Skálaberg, er farin nýggjan túr við Skálabergi.

Martin undirstrikar tó at teir ætla at seta eitt nýtt met til Rituna og NHR ímorgin, tí teir ætla sær nevnliga at vinna tann fyrsta róðurin sum Ritan norðan úr Sundinum enn eigur til góðar á Ólavsøku.
Ja, ÁRF heimasíðan vónar eisini at Ritan fer at vinna ímorgin, og tit á Rituni minnist til endaspurtin, tí hesin seinasti róðrarteinurin er bert 901 metrar.


Annars allar manningar góða róður ímorgin á Ólavsøku.
Vinarliga
ÁRF/asj.