Minst til at blunka               Finn:           Vís heimasíðu yvirlit           Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
   Á FORUM NÚ
   ÚR MYNDASAVNINUM
   SPØL
   MAT UPPSKRIFTIR
    TÍÐINDI
01.05.2010 - 00:52    
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010

Árnfirðingur bleiv flotaður í gjár dýrabiðidag. Fitt av fólki var komi saman í neystinum hjá ÁRF til hesa góðu løtu. Byrja var við morgunmati og síðan bleiv flotað.

Vit hittu ein av manningini, bátsformannin Julius Steffensen, sum hevur tikið stig til at manna Árnfirðing í 2010.

 

Julius er kent andlit í ÁRF, tí hann var ein av stigtakarinum til at byrja kappróður í Árnafirði afturi í 2005 og er tann einasti rógvarin, sum hevur verið við øll árini fram til í dag.

Julius sigur soleiðis frá. Ja, nú eru 5 ár liðin síðani vit byrjaðu aftur av nýggjum við kappróðri í Árnafirði. Eg kann minnast at tað var ein rímuliga hørð byrjan hjá okkum tá.

 

Julius Steffensen í práti við Hendrik Askham Olsen

 

Tí vit byrjaðu við tí gamla Árnfirðinginum frá 1965, og sjálvt um eg hevði havt frí frá kappróðri í nøkur ár tá, var eg tann einasti av manningini í hevði róð kapp fyrr.

Hóast vit róðu ímóti nýggjum bátum og royndum manningum, gekk tað frægari og frægari út á summari, og vit vóru so ongantíð aftast.

 

Hetta gav okkum mót til at fáa okkum nýggjan bát frá Sámal Hansen. Og sigast má at nógv er broytt síðan 2005, tí í dag standa tveir nýggjir bátar í tí snotuliga nýggja neystinum, vit fingu bygt í 2006.

Nýggji Árnfirðingur kom í 2007 og Katla í 2008. Úrslitini hava sum heild verið góð við nógvum medaljum, men tó er einki steyp komi í hús enn. Hetta vóna vit at kunna broyta í ár, sigur Julius við einum smíli.

 

Tá prátið fellur inná kappróðrarári 2010, sigur Julius at teir hava góðar vónir. Vit eru fimm sum halda fram frá í fjør, og so hava vit fingið tríggjar royndar mans avtrat okkum. Vit hava allir trena saman síðan mars, áðrenn tað trenaðu vit hvør sær.

 

Árnfirðingur 2007

 

Tá vit fara at tosa um FM, sigur Julius at tað er vónleyst at spáa um nú, tí sum hann hevur hoyrt, verða nógv 8 mannfør við í ár, og harvið óivað hørð kapping. Men eitt er vist sigur Julius, og tað er at Árnfirðingur fer at gera alt fyri at fáa fyrsta steypi í hús í ár.

Av tí at allir sum manna Árnfirðingin í 2010 búgva í miðstaðarøkinum, er avgjørt at Árnfirðingur kemur at halda til í Kollafirði í ár. Hetta er ein góð loysn sigur Julius, tí hóast vit ikki venja í Árnafirði, er tað eingin ivi um at vit rógva fyri ÁRF og Árnafjørð.

 

Til síðst sigur Julius at tað altíð hevur verið honum ein sonn frøði at róð kapp í Árnafirði, og vil takka bygdafólkinum, tí tað altíð stendur so ómetaliga væl saman um ÁRF og Árnfirðingin. Hygg bara í dag hvussu nógv fólk møtir upp tá vit flota bátin, og vónar eisini at árnfirðingar standa stinnir um Árnfirðingin í summar.

 

www.arf.fo

 

Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 

Teldupostur

Loyniorð

Auto login
Vís meir


   TÍÐINDI

19.05.2010 - 09:38    
Skálastevnan 2010
Skrá fyri Skála-stevnuna 2010
les meir..

19.05.2010 - 09:38    
Eykaaðalfundur
les meir..

16.05.2010 - 23:16    
Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði
Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði
les meir..

01.05.2010 - 00:52    
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010
les meir..

29.04.2010 - 14:07    
Árnfirðingur verður flotaður fríggjadagin 30.apríl
Ímorgin fríggjadagin 30 apríl klokkan 09:30 verður Árnfirðingur flotaður í Árnafirði
les meir..

24.04.2010 - 22:27    
Tann "Grøni" Árnfirðingur er mannaður, yes, yes, yes
Tann "Grøni" er aftur mannaður í Ár...!!!
les meir..

23.03.2010 - 10:09    
Tróndur í Götu verður í Föroyum í dag - á Götu kl. 14 og Runavík kl 17.
les meir..

10.03.2010 - 12:19    
Libas landaði í Fuglafirði
les meir..

10.03.2010 - 10:56    
Dimma.fo: Spæla við inntøkugrundarlagið hjá nótaskipunum.
Samstundis sum felagið Nótaskip arbeiðir við at fáa veiðuna eftir makreli góðkenda, umhugsar landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum at áseta egna føroyska makrelkvotu. Tað kann hava við sær, at føroysk skip ikki sleppa at fiska makrelin, tá hann er best egnaður til matna og tá mest fæst fyri hann. Og so missir nótaflotin nógvar pengar
les meir..

10.03.2010 - 10:44    
MSC-góðkenningin fyri norðhavssild komin.
Felagið Nótaskip hevur nú fingið MSC-góðkenningina, sum felagið hevur arbeitt við síðan tíðliga í fjør. Tað vil siga at öll skipini hjá Varðanum hava fingið MSC góðkenning.
les meir..

05.03.2010 - 13:04    
Fiskimálaráðharrin umhugsar egna makrelkvotu.
Enn er eingin avtala fingið í lag um makrelin og í løtuni er landsstýrismaðurin ikki greiður yvir nær, ella um, ein avtala fæst í lag. Tilmælið er, at samlaða veiðan skal minkast, men føroysku fiskivinnumyndugleikarnir halda, at føroyski parturin eigur at hækka. Ber ikki til at fáa semju, kann tað enda við, at føroysku myndugleikarnir áseta sína egnu kvotu. Og tað kann hava við sær, at nýggja MSC-góðkenningin hjá nótaskipunum kemur í vanda.
les meir..

04.03.2010 - 13:39    
Útbjóðing av Røktarheiminum í Klaksvík
Atli S. Justinussen mælti til við broytingaruppskoti, at Røktarheimið bleiv bjóða út LOKALT, men uppskoti fall.
les meir..

27.02.2010 - 11:56    
Roysningurin "Ári" er komin uppá land í Árnafirði
les meir..

26.02.2010 - 12:27    
Kom til Árnafirðar og hygg eftir ”Roysninginum Ári”
Leygardagin 27.feb. 2010 fer ÁRF at selja kaffi, vaflur, suppu, hetta verður í Róðrarneystinum, frá klokkan 12-18.
les meir..

25.02.2010 - 13:25    
Tróndur í Götu verður ikki inn á Götu leygardagin.
les meir..

15.02.2010 - 10:44    
Saksaberg landar u.l. 580 tons av sild til matna í Kollafirði.

11.02.2010 - 19:47    
Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnu leygardagin 6. februar

10.02.2010 - 11:35    
Myndir frá dópinum av Tróndi í Götu.

08.02.2010 - 13:34    
Gummurnar ið doyptu Trónd í Götu vóru Laura Hentze og Dagmar Jacobsen.

08.02.2010 - 13:24    
Nordjyske.dk: Hip hip hurra for Tróndur!

02.02.2010 - 14:45    
Jupiter landar sild til matna í Kollafirði.

28.01.2010 - 18:14    
Eitt sindur um söguna hjá Karstensens Skipsværft.

26.01.2010 - 13:28    
Dimma.fo: Nú fer at líða við Trónda í Gøtu

25.01.2010 - 22:46    
Vilt tú vera limur hjá ÁRF- øll kunna vera limir

25.01.2010 - 17:58    
Nú verður arbeitt við fullari kraft umborð á nýggja skipið.

25.01.2010 - 17:19    
Jupiter kom inn til Skagen kl 09:00 í morgun við u.l. 1400 tonsum av sild til matna.

25.01.2010 - 17:02    
Skipini landa sild í Skagen

25.01.2010 - 15:55    
Tvey skip eru í gerð í Skagen, bæði teknaði av Vik & Sandvik

25.01.2010 - 12:13    
Skálaberg eitur nú Esperanza Del Sur og er registreraður undir argentinskum flaggi, býnum Ushuaia.

17.01.2010 - 23:04    
Leiga hølir frá ÁRF til veitslu ella skeið/fund

13.01.2010 - 01:49    
Venjingarhølini til leigu hjá ÁRF

12.01.2010 - 12:55    
Jupiter er á veg til Skagen við u.l. 1400 tonsum av sild til matna.

12.01.2010 - 12:52    
Saksaberg er á veg til Skagen við u.l 480 tonsum av Sild til matna

09.01.2010 - 03:56    
Finnur Fríði á veg til Skagen við u.l. 2000 tonsum av sild til matna.

05.01.2010 - 11:20    
Finnur Fríði hevur landað sína fyrstu last í ár.

02.01.2010 - 11:53    
"Tað er í dag, leygardag 2. januar, at SuSvim savnar fløskur.

30.12.2009 - 11:00    
SuSvim hevur dans á Tvøroyri nýggjárs aftan

30.12.2009 - 03:33    
Nýttárs aftan í ÁRF neystinum

30.12.2009 - 03:29    
Nýttárs aftan í ÁRF neystinum

28.12.2009 - 00:36    
Keypið fýrverk frá SuSvim.
   TÍÐINDI
   HENT MIÐ
KNASSI er partur av KNASSAR     RSS
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
Vilt tú lýsa klikk her.