Eitt av stórstu fiskiskipunum, sum fiskar í Norðuratlantshavinum var inni á Fuglafirði nú ein dagin. Tað var Libas, sum er úr Bergen. Tað er eitt flott skip, sum er sermerktur við eundari brúgv.
Libas, sum er RSW bátur er 94 metrar langur og 17,6 metrar breiður. Hann er heili 4.400 BRT, men tekur ikki meira enn 2000 tons av fiski. Motorurin er 8.200 HK.
Libas er bygdur soleiðis at hann kann partvís virka sum havransóknarskip við egnum labratorium umborð. Teir eru vanliga ikki fleiri enn 8 mans við skipinum.
Libas landaði svartkjaft á Havsbrún hendan dagin.