Minst til at blunka               Finn:           Vís heimasíðu yvirlit           Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
   Á FORUM NÚ
   ÚR MYNDASAVNINUM
   SPØL
   MAT UPPSKRIFTIR
    TÍÐINDI
10.03.2010 - 10:56    
Dimma.fo: Spæla við inntøkugrundarlagið hjá nótaskipunum.

Skrivað hevur: Sveinur Tróndarson
Fríggjadagur 5. mars 2010, kl. 12.55, 45/133 - Innanlands
 

- Skuldu nótaskipini landa til Havsbrún ella eitt nú til virkir í Íslandi og annars fingið tað sama burtur úr, sum tey fingu í fjør, so skuldu skipini havt fiskað millum 40 og 50.000 tons av makreli.
Tað sigur felagið Nótaskip í sambandi við íkomnu støðuna í samband við ósemjuna um makrelin sum hevur við sær, at eingin makrelkvota enn er fingin upp á pláss. Í blaðnum í gjár heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum dyrnar opnar fyri, at føroyingar áseta sína egnu kvotu, tí semja ikki fæst um, at føroyingar fáa størri part av makrelkvotuni, men tað er ikki tað, sum felagið Nótaskip vil hoyra.

Verður tað endin, skulu føroyingar ikki rokna við at kunna veiða makrelin, tá hann er best egnaður til matna, og tað kann gerast dýrt fyri nótaskipini, vísir Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip á.
- Í fjør fiskaðu okkara skip makrelin, tá hann kundi landast til matna, og tá fingu skipini millum átta og níggju krónur fyri kilo. Verður hann ikki brúktur til matna er prísurin nógv lægri, og tað hevur við sær, at antin koma skipini at missa nógvar pengar, ella mugu skipini fáa eina nógv størri kvotu so tey fáa tað mista innaftur, sigur hann.

Hava rætt til størri part
Hetta seinna hongur bara als ikki saman við, at felagið í løtuni arbeiðir við at fáa fiskiskapin eftir makreli MSC-góðkendan, tí har er ein treyt nevniliga, at tað verður lurtað eftir fiskifrøðiligu tilmælunum. Og ger Fiskimálaráðið av at ganga egnar leiðir, kann spurnartekin av røttum setast við júst hetta.


Jógvan Jespersen dylir ikki fyri, at felagið Nótaskip er samt við fiskimálaráðharranum um, at føroyingar eiga størri part av samlaðu makrelkvotuni.


Tí eru limir í felagnum sannførdir um, at Fiskimálaráðið av øllum alvi skal stríðast fyri at røkka hesum máli, men tað má gerast við at leggja prógv fyri hinar avtalupartarnar um, hví føroyski parturin av kvotuni skal vera størri.


Og eftir øllum at døma er tað er ein partur av trupulleikanum er. Okkara próvtilfar hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg gott til at fáa okkara sjónarmið ígjøgnum.


- Felagið er samt við Fiskimálaráðnum um, at vit eiga størri part, men okkara áskoðan er, at vit mugu gera tað við samráðingum, sigur Jógvan Jespersen.

Hava mist nógv
Fyri nøkrum árum síðan hevði pelagiski flotin meira ella minni frítt at fara. Flotin kundi so at siga fiska so nógvan svartkjaft sum honum lysti, men fiskiskapurin eftir svartkjafti er nógv minkaður seinnu árini.
Orsøkin til tað er, at stovnurin er nógv minkaður, og tí mæla fiskifrøðingarnir nú til eina nógv lægri veiðu.


Sambært stjóranum í felagnum Nótaskip hevur henda minking havt við sær, at føroysku nótaskipini hava mist einar 200 milliónir krónur upp á svartkjaftin, og júst tí hevur makrelurin nógv størri týdning í dag.


Tí hevur tað stóran týdning fyri felagið, at skipini sleppa at fiska makrelin, tá mest fæst fyri hann, og tað er, tá hann kann landast til matna.
- Í fjør høvdu vit eina avtalu við ES og Noreg um at vit kundu fiska inni hjá teimum, tá prísurin var hægstur, men ganga vit okkara egnu leiðir í ár, missa vit eisini hetta, og tað kann gerast øgiliga kostnaðarmikið fyri nótaskipini, sigur Jógvan Jespersen.
Tá mugu føroysku skipini fiska makrelin í føroyskum sjógvi, og tá sleppa tey ikki av við makrelin til matna, tí norsku virkini, sum taka móti makreli til matna eru stongd um summarið, tá makrelurin er í føroyskum sjógvi.

Krevja burðardygga veiðu

Felagið Nótaskip hevur í eitt lítið ár arbeitt við at fáa umhvørvisgóðkent fiskiskapin eftir sild og makreli. Sildin er nú MSC-góðkend og væntandi verður makrelurin góðkendur um ikki so langa tíð.


Men velur landsstýrið at áseta føroyingum egna kvotu, kann góðkenningin av makrelveiðuni vera í vanda, og sambært Jógvan Jespersen er tað eitt stig skeiva vegin.
- Hesa stuttu tíð vit hava arbeitt við umhvørvisgóðkenningini eru viðurskiftini broytt nógv. Nú er tað veruliga so, at keypararnir krevja, at fiskurin verður burðardygt veiddur, og tí kann ein manglandi góðkenning koma at kosta okkara fiskiskipum dýrt, sigur hann.
Tí vónar hann, at partarnir klára at fáa eina avtalu upp á pláss fyri í ár, men hann vónar eisini, at Fiskimálaráðið framhaldandi arbeiðir víðari vi málinum um at økja føroyska partin av kvotuni.
- Støðan er trupul, men hon má loysast soleiðis, at vit fáa eina skilagóða loysn fyri allar partar, sigur Jógvan Jespersen.

Dimmalætting ©


Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 

Teldupostur

Loyniorð

Auto login
Vís meir


   TÍÐINDI

19.05.2010 - 09:38    
Skálastevnan 2010
Skrá fyri Skála-stevnuna 2010
les meir..

19.05.2010 - 09:38    
Eykaaðalfundur
les meir..

16.05.2010 - 23:16    
Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði
Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði
les meir..

01.05.2010 - 00:52    
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010
les meir..

29.04.2010 - 14:07    
Árnfirðingur verður flotaður fríggjadagin 30.apríl
Ímorgin fríggjadagin 30 apríl klokkan 09:30 verður Árnfirðingur flotaður í Árnafirði
les meir..

24.04.2010 - 22:27    
Tann "Grøni" Árnfirðingur er mannaður, yes, yes, yes
Tann "Grøni" er aftur mannaður í Ár...!!!
les meir..

23.03.2010 - 10:09    
Tróndur í Götu verður í Föroyum í dag - á Götu kl. 14 og Runavík kl 17.
les meir..

10.03.2010 - 12:19    
Libas landaði í Fuglafirði
les meir..

10.03.2010 - 10:56    
Dimma.fo: Spæla við inntøkugrundarlagið hjá nótaskipunum.
Samstundis sum felagið Nótaskip arbeiðir við at fáa veiðuna eftir makreli góðkenda, umhugsar landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum at áseta egna føroyska makrelkvotu. Tað kann hava við sær, at føroysk skip ikki sleppa at fiska makrelin, tá hann er best egnaður til matna og tá mest fæst fyri hann. Og so missir nótaflotin nógvar pengar
les meir..

10.03.2010 - 10:44    
MSC-góðkenningin fyri norðhavssild komin.
Felagið Nótaskip hevur nú fingið MSC-góðkenningina, sum felagið hevur arbeitt við síðan tíðliga í fjør. Tað vil siga at öll skipini hjá Varðanum hava fingið MSC góðkenning.
les meir..

05.03.2010 - 13:04    
Fiskimálaráðharrin umhugsar egna makrelkvotu.
Enn er eingin avtala fingið í lag um makrelin og í løtuni er landsstýrismaðurin ikki greiður yvir nær, ella um, ein avtala fæst í lag. Tilmælið er, at samlaða veiðan skal minkast, men føroysku fiskivinnumyndugleikarnir halda, at føroyski parturin eigur at hækka. Ber ikki til at fáa semju, kann tað enda við, at føroysku myndugleikarnir áseta sína egnu kvotu. Og tað kann hava við sær, at nýggja MSC-góðkenningin hjá nótaskipunum kemur í vanda.
les meir..

04.03.2010 - 13:39    
Útbjóðing av Røktarheiminum í Klaksvík
Atli S. Justinussen mælti til við broytingaruppskoti, at Røktarheimið bleiv bjóða út LOKALT, men uppskoti fall.
les meir..

27.02.2010 - 11:56    
Roysningurin "Ári" er komin uppá land í Árnafirði
les meir..

26.02.2010 - 12:27    
Kom til Árnafirðar og hygg eftir ”Roysninginum Ári”
Leygardagin 27.feb. 2010 fer ÁRF at selja kaffi, vaflur, suppu, hetta verður í Róðrarneystinum, frá klokkan 12-18.
les meir..

25.02.2010 - 13:25    
Tróndur í Götu verður ikki inn á Götu leygardagin.
les meir..

15.02.2010 - 10:44    
Saksaberg landar u.l. 580 tons av sild til matna í Kollafirði.

11.02.2010 - 19:47    
Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnu leygardagin 6. februar

10.02.2010 - 11:35    
Myndir frá dópinum av Tróndi í Götu.

08.02.2010 - 13:34    
Gummurnar ið doyptu Trónd í Götu vóru Laura Hentze og Dagmar Jacobsen.

08.02.2010 - 13:24    
Nordjyske.dk: Hip hip hurra for Tróndur!

02.02.2010 - 14:45    
Jupiter landar sild til matna í Kollafirði.

28.01.2010 - 18:14    
Eitt sindur um söguna hjá Karstensens Skipsværft.

26.01.2010 - 13:28    
Dimma.fo: Nú fer at líða við Trónda í Gøtu

25.01.2010 - 22:46    
Vilt tú vera limur hjá ÁRF- øll kunna vera limir

25.01.2010 - 17:58    
Nú verður arbeitt við fullari kraft umborð á nýggja skipið.

25.01.2010 - 17:19    
Jupiter kom inn til Skagen kl 09:00 í morgun við u.l. 1400 tonsum av sild til matna.

25.01.2010 - 17:02    
Skipini landa sild í Skagen

25.01.2010 - 15:55    
Tvey skip eru í gerð í Skagen, bæði teknaði av Vik & Sandvik

25.01.2010 - 12:13    
Skálaberg eitur nú Esperanza Del Sur og er registreraður undir argentinskum flaggi, býnum Ushuaia.

17.01.2010 - 23:04    
Leiga hølir frá ÁRF til veitslu ella skeið/fund

13.01.2010 - 01:49    
Venjingarhølini til leigu hjá ÁRF

12.01.2010 - 12:55    
Jupiter er á veg til Skagen við u.l. 1400 tonsum av sild til matna.

12.01.2010 - 12:52    
Saksaberg er á veg til Skagen við u.l 480 tonsum av Sild til matna

09.01.2010 - 03:56    
Finnur Fríði á veg til Skagen við u.l. 2000 tonsum av sild til matna.

05.01.2010 - 11:20    
Finnur Fríði hevur landað sína fyrstu last í ár.

02.01.2010 - 11:53    
"Tað er í dag, leygardag 2. januar, at SuSvim savnar fløskur.

30.12.2009 - 11:00    
SuSvim hevur dans á Tvøroyri nýggjárs aftan

30.12.2009 - 03:33    
Nýttárs aftan í ÁRF neystinum

30.12.2009 - 03:29    
Nýttárs aftan í ÁRF neystinum

28.12.2009 - 00:36    
Keypið fýrverk frá SuSvim.
   TÍÐINDI
   HENT MIÐ
KNASSI er partur av KNASSAR     RSS
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
Vilt tú lýsa klikk her.