MSC-góðkenningin fyri norðhavssild komin.
- Vit eru stak væl nøgd við, at vit hava fingið góðkenningina upp á pláss, og at vit hava gjørt hetta eftir bara níggju mánaðum.
Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri hjá felagnum Nótaskip, við heimasíðuna www.fishnewseu.com sum í gjár skrivaði um, at felagið nú er “sertifiserað” av MSC fyri burðardygga sildaveiðu.
Jógvan Jespersen leggur afturat, at tað hevur stóran týdning fyri felagið, at veiðan framhaldandi verður burðardygg, tí hetta er leiðin fram.
- Tað er av ovurstórum týdningi fyri okkum, at fiskastovnarnir framhaldandi eru burðardyggir. Marknaðurin fyri góðkendari burðardyggari veiðu eru stórir og í vøkstri, og vit gleða okkum til møguleikan at selja okkara góðkendu veiðu, sigur hann við heimasíðuna.
Eisini økisstjórin hjá MSC fyri Norðurevropa fegnast, og hann sigur, at góðkenningin váttar, at føroyski sildafiskiskapurin er væl skipaður, eisini við atliti til framtíðina.
- Fyri MSC er tað ein stórur heiður, at ein so sterk fiskivinnutjóð, kemur upp í vaksandi bólkin við MSC-góðkendum fiskiskapi. Eg eri vísir í, at keyparar kring knøttin vilja hava føroyskan norðhavssild, sum er veidd burðardygt, og eg eri eisini vísur í, at føroysk fiskivinna framhaldandi fer at veita íblástur til aðrar fiskivinnu í Norðuratlantshavi, sigur Camiel Derish.
