Fiskimálaráðharrin umhugsar egna makrelkvotu.
Skrivað hevur: Sveinur Tróndarson
Hósdagur 4. mars 2010, kl. 13.08, 44/133 - Innanland
- Vit halda, at okkara lutfalsligi partur av kvotuni eigur at vera størri. Vit fingu sløk fimm prosent í okkara part í fjør, men vit halda at vit hava rætt til størri part enn tað. Hvørjum tað endar við, veit eg ikki í løtuni, men vit arbeiða við ymsum møguleikum.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá vit ringja til hansara fyri at hoyra, hvussu tað sær út við makrelkvotuni fyri 2010. Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður og tað hevur ljóðað, at partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, at føroyingar umhugsa at áseta sína egnu kvotu.
Tað hava íslendingar gjørt, men teir eru ikki partur av strandalandaavtaluni um makrelin. Í fjør fiskaðu íslendsk skip meira enn 100.000 tons av makreli, meðan føroyski parturin av strandalandaavtaluni var um 30.000 tons. Samlaða veiðan lá í fjør um góð 600.000 tons.
Men føroysku skipini sluppu ikki at veiða øll 30.000 tonsini. Umleið helvtin av makrelkvotuni varð latin øðrum, og tí var parturin hjá føroysku skipunum um 17.000 tons.
Rætt til størri kvotu
Sum sagt umhugsar Fiskimálaráðið, hvussu farast skal fram næstu ferð samráðast skal um makrelkvotuna, og í løtuni veit landsstýrismaðurin ikki, um tað fer at bera til at finna eina semju í málinum.
Støðan er í løtuni tann, at samlaða veiðan eftir makreli fyri árið í ár lækkar samanborið við tað sum veitt var í fjør. Verður býtislutfallið verandi sum tað er, hevur lækkingin tað við sær, at føroyska makrelkvotan lækkar nakað, og tað er millum annað tað, sum føroyingar eru misnøgdir við.
- Vit halda, at vit hava rætt til størri part av kvotuni. Vit vita, at tað er nógvur makrelur í føroyskum farvatni, og tí halda vit okkum hava rætt til størri part av samlaðu kvotuni. Í grundini kanst tú siga, at makrelurin etur seg feitan inni hjá okkum og spurningurin er so, um tað er rætt, at vit lata hann víðari til aðrar at veiða, uttan at fáa okkara part afturfyri, sigur Jacob Vestergaard.
Tí roynir Fiskimálaráðið at fáa hini Noreg og ES at góðtaka, at føroyingar hava rætt til størri part av samlaðu kvotuni. Men tað er ein knútur, sum ikki er so einfaldur at loysa.
Meira fyri minni
Velur Fiskimálaráðið at halda fast við, at føroyski parturin skal økjast og samráðingarpartarnir siga nei, hevur landsstýrið tveir møguleikar.
Ein er at góðtaka, at Noreg og ES ikki vilja geva seg, og tá kann landsstýrið brúka næsta árið til at mýkja støðuna meira til næsta samráðingarumfar, og til at finna fram betri dokumentatión fyri sínum páhaldum.
Hin er at seta hart móti hørðum og áseta sína egnu kvotu. Avleiðingin av tí verður, at føroyingar seta seg sjálvar uttan fyri samstarvið við Noreg og ES, og Jacob Vestergaard váttar, at ein sannlík avleiðing av tí verður, at føroysk skip ikki sleppa at fiska makrelin í norskum sjógvi og í ES-sjógvi.
- Tað mugu vit rokna við. Dettur makrelavtalan niður fyri, tí vit ikki kunnu semjast, so sleppa vit ikki at fiska inni hjá teimum, sigur Jacob Vestergaard.
Men er grundin til at vit fiska makrel í norskum sjógvi og ES-sjógvi ikki, at tá er hann best egnaður til matna og tá fæst eisini besti prísurin fyri hann? Tá tosa vit um ein mun frá 8-9 krónur niður í eina til tvær krónur, ikki so?
- Jú, og tað er ein av trupulleikunum, sum vit skulu fyrihalda okkum til, tá vit fara at samráðast, sigur Jacob Vestergaard.
Góðkenningin í vanda
Er tað ikki beinleiðis at fáa meira fyri minni, um Fiskimálaráðið setur so hart upp á at fáa størri kvotu í ár, um tað merkir, at skipini skulu landa veidda fiskin fyri ein fjórðing ella minni enn tað?
- Jú, tað er tað sjálvandi, og tí mugu vit eisini vera greið yvir, at skulu vit seta hart móti hørðum, so mugu vit vera greið yvir, at skipini mugu fáa so stórar kvotur, at tey kunnu fáa tað innaftur sum tey missa við at sleppa veiða meira. Tað er ein partur av tí vit hugsa um beint nú, sigur Jacob Vestergaard.

Felagið Nótaskip hevur júst fingið góðkenning frá MSC sum sigur, at føroyska makrelveiðan er burðardygg. Hetta skal tryggja, at teir sleppa av við makrelin fyri ein góðan prís. Er ikki ein veruligur vandi fyri, at tit spæla við hesa góðkenning og við okkara umdømi?
- Tað veit eg ikki heilt. Góðkenningin kann uttan iva koma í vanda, um vit áseta okkara egnu kvotu, og tað hava vit sjálvandi í huga nú vit fyrireika okkum. Hinvegin hava íslendingar egnar kvotur, so tað ber til, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vil als ikki siga nakað um, hvørja kós Fiskimálaráðið fer at velja, tí enn er tann avgerðin ikki tikin.