Myndir frá dópinum av Tróndi í Götu.
Tróndur í varð doyptur í Skagen 6. februar 2010. Eitt ferðalið við eini 50 fólkum fóru úr Föroyum og skipasmiðjan hevði somuleiðis boðið ein 50 norðmonnum og danum. Nógv fólk úr Skagen og Hirtshals og har um leiðir mötti upp til hátíðarlötuna tá dópurin fór fram og vitjaði umborð aftaná.
Gummurnar Laura og Dagmar bera fram síni vers til skipið áðrenn dópurin fer fram.
Aftaná dópin var föroyski tjóðsangurin sungin.
Fleiri av föroysku av gestunum vóru í föroyskum búna. Millum gestirnar vóru eisini föroyingar og danir sum búgva í Norðurjútlandi .
Aftaná dópin var hövi at fara umborð at síggja skipið. Köin var lang.
Skipið er sera stásiligt. Hetta er messan.

Hetta er stovan, har manningin kann sita og hugna, her er eisini sjónvarp. Júst hendan myndin er tikin dagin fyri dópin, og sum vit síggja so eru lampurnar ikki settar upp enn. Skipið kemur ikki til Föroya fyrr enn ímóti endanum av februarmánaði, tí tað er ymiskt sum er eftir at gera.

Skiparin, Hjalti og Dávid práta uppi á brúnni.

Reiðarin, Jákup Jacobsen greiðir frá uppi á brúnni fyri landsstýrismanninum, Jákup Vestergaard.

Anna og Arni Hansen: