Jupiter landar sild til matna í Kollafirði.
Jupiter hevur roynt eftir sild í norskum sjógvi. Sildin er nú komin suður á 65 stig N. Teir royndu inn móti 12 fjórðingamarkinum, og har var góður fiskiskapur.
Teir hava fingið 900 tons av sild, sum vigar 300 gram í miðal. Teir byrjaðu at landa á middegi í gjár. Á middegi í dag vóru 350 tons komin upp.