Tá Hvamm P/F bjóðaði út
arbeiði at byggja eitt nýtt skip í 2007, var tað Karstensens Skipsværft, sum
hevði lægsta boðið.
Karstensens Skipsværft
byrjaði at smíða skip í 1917. Fram til 1960 vóru einans træskip smíðaði,
serliga var talan um teir traditionellu donsku kuttararnar, sum vóru smíaðir
fyri fiskimenn á Skagenleiðini.
Tá nýtslan av stálskipum
tók dyk á seg í 1960 árunum, fóru Karstensensmennirnir beinan vegin í gongd við
at byggja stálskip.
Bedingin er útbygd so
hvört sum skipasmiðjan hevur tikið stórri og stórri uppgávur á seg. Í 1972
keypti Karstensens Skibsværft A/S táverandi Nippers, sum bleiv ein partur av
felagnum.
Í 1987 varð skipasmiðjan
gjörd til eitt partafelag í samband við at Knud Degn Karstensen (3. ættarlið) keypti
felagið frá papa sínum Niels Degn Karstensen. Tá var meira gjört við umvælingar
og u.l. ein nýbygningur varð bygdur um árið.
Í tíðarskeiðnum 1991 til
1997 fekst felagið eisini við ymiskt annað, og virkaði sum ein depil fyri útflutningi av fakligari vitan og
know-how. Skipasmiðjan samarbeiddi við “Udenrigsministeriet/DANIDA”, og sendi
starvsfólk til fátök lond, har tey hjálptu londunum við at byggja fergur.
Í 1995 keypti Karstensens
Skibsværft A/S málarahöllina, sum var farin á húsagang, og sum tá æt Nordpaint
A/S (konkursbo).
Í1997 varð nýbygningurin nr. 374
”Western Viking” latin einum írskum reiðaríi. Hetta var eins og ein leypifjöl
til fleiri nýggjar kontraktir uppá stórri fiskiskip. Skipasmiðjan hevur síðan
tá lati fleiri enn 25 stórri nýbygningar úr hondum. Í flestu forum hevur Karstensens
staðið fyri sjálvum projektinum saman við reiðarínum. Á henda háttverður úrsliti best viðvíkjandi
dygd, kapaciteti, design og ikki minst arbeiðsligheit umborð.
Í 2002 keypti Karstensens
Skibsværft 50 % av partapeninginum í Nuuk Værft A/S. Hini 50 % eigur Grönlendska
Heimastýri. Hetta felagið, sum var nýstovna hevði sínar rötur í felagnum
Amutsiviit, Nuuk, sum eisini Grönlendska Heimastýri átti. Í dag eigur
Karstensens alt felagið og hevur 25 fólk í starvi.
Í 2003 var aftur
ættarliðskyfti í felagnum. Knud Degn Karstensen seldi 35 % av partapeninginum
til 5 leiðandi starvsfólk, sum vóru Tage Rishøj, stjóri, Kent Damgaard,
teknistjóri, Benny Kristensen, framleiðslustjóri av nýbygningum, Claus Hansen,
framleiðslustjóri av umvælingum og Kim Lund Jensen fýggjarstjóri.
Í 2007 tók skipasmiðjan
eina nýggja turrdokk í nýtslu. Dokkin er135 metrar lang, 25 metrar breið og 8,2
metrar djúp.
Síðan 1917 eru yvir 400
nýbygningar gjördir í skipasmiðjuni.
Um stutta tíð fer ein nýggj mynd upp her at hanga, nevniliga av nýbygningi nr. 192.
Vilt tú skriva á KNASSI? Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita