Minst til at blunka               Finn:           Vís heimasíðu yvirlit           Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
   Á FORUM NÚ
   ÚR MYNDASAVNINUM
   SPØL
   MAT UPPSKRIFTIR
    TÍÐINDI
26.01.2010 - 13:28    
Dimma.fo: Nú fer at líða við Trónda í Gøtu

Nógvi kuldin í Danmark hevur seinkað arbeiðinum við nýggja Trónda í Gøtu. Tað ber ikki til at mála, tá tað er so kalt í veðrinum, men nú tað er heitari í luftini verður alt sett inn fyri at fáa skipið liðugt


Um ein slakan mánað fær pf. Varðin í Gøtu, sum móðurfelagið nú eitur, sítt nýggja skip.


Í løtuni liggur Tróndur í Gøtu í dokkini hjá Karstensens Skibsværft, har seinasta hond verður løgd á verkið, og eftir ætlan skal skipið vera í Føroyum vikuskiftið 20.-21. februar.


Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari hjá pf. Varðanum, sigur í stuttum práti við Dimmalætting, at hann hevur eina grundaða vón um, at tað fer at bera til at halda ta tíðarætlanina.

Veðrið spælt eitt puss
Tað hevur av sonnum verið vetur í Danmark hesa seinastu tíðina. Fyri fyrstu ferð í mong Harrans ár, hava danir havt liggjandi kava við nógvum kulda, og tað hevur givið teimum, sum skulu mála Trónda í Gøtu rættiliga stórar trupulleikar.


- Tað ber ikki til at mála skipið, tá tað er so kalt í veðrinum, sum tað hevur verið her í seinastuni, og tí hava teir bíðað í tolni eftir at tað er blivið líggjari í veðrinum, greiðir Dávið Jacobsen frá.
Nú boða donsku veðurtænasturnar frá eitt sindur heitari veðri, og so setur skipasmiðjan alt inn upp á at fáa skipið málað liðugt.


- Skrokkurin vaskast niður, tað sum er sveisað skal sandblásast og so skal málast. Til tað skulu umstøðurnar vera í lagi og tað sær út til at forsagnirnar í løtuni ganga okkara veg. Annars hava teir her gjørt av at skipa seg øðrvísi fyri at sleppa í gongd, tí tað ber ikki til at bíða longur. Tí hava tey her gjørt av at spenna presendingar út yvir økið teir arbeiða í, so teir kunnu byrja at mála. Men nú boða veðurmenninir frá líggjari veðri, so tað er vón fyri at tað fer at ganga sum tað skal og at vit fara at halda tíðina, greiðir Dávið Jacobsen frá.

Royndartúrurin bíðar


Ætlanin at fara tekniskan royndartúr áðrenn skipið skal doypast tann 6. februar, men hetta er nú broytt soleiðis, at tekniski royndartúrurin verður aftan á at skipið er doypt.


- Tað ber ikki til at flyta runt við dópinum, tí vit skulu hava gestir úr Føroyum í sambandi við dópin, og har er alt viðvíkjandi ferðaseðlum teirra lagt í fasta legu.

Tí hava vit valt at halda fast við, at skipið verður doypt tann 6. februar, sigur Dávið Jacobsen.

Tað hevur so við sær, at royndartúrurin verður útsettur, men sambært Dávið Jacobsen skuldi verið góð tíð at fingið avgreitt tekniska royndartúrin áðrenn skipið fer at sigla heim, antin hósdagin 18. februar ella leygardagin 20. 


- Sum tað sær út í løtuni, verður tað annan av hesum báðum døgunum, sigur Dávið Jacobsen.
 

 

 

 

Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 

Teldupostur

Loyniorð

Auto login
Vís meir


   TÍÐINDI

19.05.2010 - 09:38    
Skálastevnan 2010
Skrá fyri Skála-stevnuna 2010
les meir..

19.05.2010 - 09:38    
Eykaaðalfundur
les meir..

16.05.2010 - 23:16    
Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði
Nýggjur kappróðrarbátur flotaður í Kollafirði
les meir..

01.05.2010 - 00:52    
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010
Árnfirðingur er flotaður til kappróðrarári 2010
les meir..

29.04.2010 - 14:07    
Árnfirðingur verður flotaður fríggjadagin 30.apríl
Ímorgin fríggjadagin 30 apríl klokkan 09:30 verður Árnfirðingur flotaður í Árnafirði
les meir..

24.04.2010 - 22:27    
Tann "Grøni" Árnfirðingur er mannaður, yes, yes, yes
Tann "Grøni" er aftur mannaður í Ár...!!!
les meir..

23.03.2010 - 10:09    
Tróndur í Götu verður í Föroyum í dag - á Götu kl. 14 og Runavík kl 17.
les meir..

10.03.2010 - 12:19    
Libas landaði í Fuglafirði
les meir..

10.03.2010 - 10:56    
Dimma.fo: Spæla við inntøkugrundarlagið hjá nótaskipunum.
Samstundis sum felagið Nótaskip arbeiðir við at fáa veiðuna eftir makreli góðkenda, umhugsar landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum at áseta egna føroyska makrelkvotu. Tað kann hava við sær, at føroysk skip ikki sleppa at fiska makrelin, tá hann er best egnaður til matna og tá mest fæst fyri hann. Og so missir nótaflotin nógvar pengar
les meir..

10.03.2010 - 10:44    
MSC-góðkenningin fyri norðhavssild komin.
Felagið Nótaskip hevur nú fingið MSC-góðkenningina, sum felagið hevur arbeitt við síðan tíðliga í fjør. Tað vil siga at öll skipini hjá Varðanum hava fingið MSC góðkenning.
les meir..

05.03.2010 - 13:04    
Fiskimálaráðharrin umhugsar egna makrelkvotu.
Enn er eingin avtala fingið í lag um makrelin og í løtuni er landsstýrismaðurin ikki greiður yvir nær, ella um, ein avtala fæst í lag. Tilmælið er, at samlaða veiðan skal minkast, men føroysku fiskivinnumyndugleikarnir halda, at føroyski parturin eigur at hækka. Ber ikki til at fáa semju, kann tað enda við, at føroysku myndugleikarnir áseta sína egnu kvotu. Og tað kann hava við sær, at nýggja MSC-góðkenningin hjá nótaskipunum kemur í vanda.
les meir..

04.03.2010 - 13:39    
Útbjóðing av Røktarheiminum í Klaksvík
Atli S. Justinussen mælti til við broytingaruppskoti, at Røktarheimið bleiv bjóða út LOKALT, men uppskoti fall.
les meir..

27.02.2010 - 11:56    
Roysningurin "Ári" er komin uppá land í Árnafirði
les meir..

26.02.2010 - 12:27    
Kom til Árnafirðar og hygg eftir ”Roysninginum Ári”
Leygardagin 27.feb. 2010 fer ÁRF at selja kaffi, vaflur, suppu, hetta verður í Róðrarneystinum, frá klokkan 12-18.
les meir..

25.02.2010 - 13:25    
Tróndur í Götu verður ikki inn á Götu leygardagin.
les meir..

15.02.2010 - 10:44    
Saksaberg landar u.l. 580 tons av sild til matna í Kollafirði.

11.02.2010 - 19:47    
Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnu leygardagin 6. februar

10.02.2010 - 11:35    
Myndir frá dópinum av Tróndi í Götu.

08.02.2010 - 13:34    
Gummurnar ið doyptu Trónd í Götu vóru Laura Hentze og Dagmar Jacobsen.

08.02.2010 - 13:24    
Nordjyske.dk: Hip hip hurra for Tróndur!

02.02.2010 - 14:45    
Jupiter landar sild til matna í Kollafirði.

28.01.2010 - 18:14    
Eitt sindur um söguna hjá Karstensens Skipsværft.

26.01.2010 - 13:28    
Dimma.fo: Nú fer at líða við Trónda í Gøtu

25.01.2010 - 22:46    
Vilt tú vera limur hjá ÁRF- øll kunna vera limir

25.01.2010 - 17:58    
Nú verður arbeitt við fullari kraft umborð á nýggja skipið.

25.01.2010 - 17:19    
Jupiter kom inn til Skagen kl 09:00 í morgun við u.l. 1400 tonsum av sild til matna.

25.01.2010 - 17:02    
Skipini landa sild í Skagen

25.01.2010 - 15:55    
Tvey skip eru í gerð í Skagen, bæði teknaði av Vik & Sandvik

25.01.2010 - 12:13    
Skálaberg eitur nú Esperanza Del Sur og er registreraður undir argentinskum flaggi, býnum Ushuaia.

17.01.2010 - 23:04    
Leiga hølir frá ÁRF til veitslu ella skeið/fund

13.01.2010 - 01:49    
Venjingarhølini til leigu hjá ÁRF

12.01.2010 - 12:55    
Jupiter er á veg til Skagen við u.l. 1400 tonsum av sild til matna.

12.01.2010 - 12:52    
Saksaberg er á veg til Skagen við u.l 480 tonsum av Sild til matna

09.01.2010 - 03:56    
Finnur Fríði á veg til Skagen við u.l. 2000 tonsum av sild til matna.

05.01.2010 - 11:20    
Finnur Fríði hevur landað sína fyrstu last í ár.

02.01.2010 - 11:53    
"Tað er í dag, leygardag 2. januar, at SuSvim savnar fløskur.

30.12.2009 - 11:00    
SuSvim hevur dans á Tvøroyri nýggjárs aftan

30.12.2009 - 03:33    
Nýttárs aftan í ÁRF neystinum

30.12.2009 - 03:29    
Nýttárs aftan í ÁRF neystinum

28.12.2009 - 00:36    
Keypið fýrverk frá SuSvim.
   TÍÐINDI
   HENT MIÐ
KNASSI er partur av KNASSAR     RSS
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
Vilt tú lýsa klikk her.