Nú verður arbeitt við fullari kraft umborð á nýggja skipið.
Í løtuni liggur Tróndur í Gøtu í dokkini hjá Karstensens Skibsværft,
har seinasta hond verður løgd á verkið, og eftir ætlan skal skipið vera
í Føroyum vikuskiftið 20.-21. februar.
Nógvir mans arbeiða langar dagar umborð á nýggja skipinum, sum er í gerð í Skagen
Juul Högnesen, sum arbeiðir hjá Radio Service er í gongd við at seta tól upp uppi á brúnni.
Í öllum partum av skipinum eru arbeiðsmenn í sving.
Hövuðsmototurin varð settur í gongd hendan dagin, og alt vísti seg at rigga væl. Tað er ein Wartsila 12 v 32 typa.
El Service ger el-arbeiði umborð. Her munnu vera ein 100 km av káplum tilsamans.

Dávid Jacobsen og John Mikkelsen handan skermarnar. Dávid er formaður í bygginevndini, sum hevur tikið sær av projektinum. John er annar av skiparunum.
