Skipini hava fiskað sild í norskum sjógvi á sildaleiðini uttanfyri Lofoten.
Finnur Fríði landaði u.l. 1700 tons í seinastu viku, og teir vóru lidnir at landa fríggjadagin. Teir eru farnir aftur til fiskiskap.

Saksaberg kom inn til Skagen kl 10 sunnu morgunin og byrjaðu at landa kl 03:30 mánamorgun. Sildin er farin til Ole Nielsen og Skagen Pelagic. Sildin var u.l. 230 gram í miðal og prísurin var 2,50 krónur fyri kilo. Teir eru um at vera lidnir at landa.