Tvey skip liggja við kaj í Skagen, sum eru nokkso lík at síggja til. Ei undur í tí, tí sama teknistova hevur teknað bæði skipini, nevniliga Vik & Sandvik í Norra.
Annað er Voyager, sum skal latast einum reiðaríi í Kilkeel í Norðurírlandi einaferð ímóti sumri. Hetta skipið er nakkað minni enn hitt skipið sum liggur beint við síðuna av, og sum skal latast Hvamm í Götu næsta mánað.
Voyager er u.l ein metur smalri og 6 metrar styttri. Hann hevur u.l. 11.000 HK eins og Finnur Fríði.

Skipið, sum skal latast Hvamm í Götu er 81,6 metrar langt og 16,6 breitt. Motorurin er u.l. 2800 HK minni enn tann hjá Voyager. Skipini kosta nakað tað sama, men tað seinna hevur onkra útgerð framum Voyager, t.d. katalysator og tól at reinsa og brenna spilloljuna við. Skipið hjá Hvamm varð kontraktað nakað fyrr.