Finnur Fríði á veg til Skagen við u.l. 2000 tonsum av sild til matna.
Finnur Fríði er á veg til Skagen at landa.
Lastin hesa ferð er 2000 tons av sild, sum eru fiskað í norskum sjógvi - uppi við Lofoten.
Talan er um næsta túrin í ár. Finnur Fríði fór avstað 2. jóladag. Beint eftir nýggjár landaði hann 2600 tons av svartkjafti í Vestmannaoyggjunum. Ta ferðina høvdu teir roynt í føroyskum sjógvi.
