"Tað er í dag, leygardag 2. januar, at SuSvim savnar fløskur.
"Tað er í dag, leygardag 2. januar, at SuSvim savnar fløskur.
Triðja árið á rað fara umboð fyri Suðuroyar Svimjifelag at banka uppá dyrnar hjá suðuroyingum, at biðja fólk um at stuðla, við at lata tómar fløskur til felagið at selja.

Innsavningarstaðið verður á P/f Seta á Langabakka í Øravíkarlíð. Øll, ið hava hug at hjálpa til við innsavningini, eru meir enn vælkomin. Serliga kærkomin eru akfør ið kunnu nýtast at transportera fløskurnar til innsavningarstaðið. Møtt verður kl 13:00 á Seta.
Er tað onkur, sum fegin vil stuðla, men ikki verður við hús tá innsavningin fer fram, er viðkomandi vælkomin at lata fløskurnar inn á innsavningarstaðnum, ella at ringja til: Kaj: 229216, Reidar: 223466, Marlon: 220142 ella Guðrun: 274244"