
Mynd: Savnsmynd
Í Havnar Fimleikafelag hevur leingi verið tosað um manglandi ítróttafrálærutilfar á føroyskum.
Tí var tað við stórari gleði at lesa grein í Dimmu 3 sept, um nýggju føroysku ítróttafrálæru bókina, sum tveir lærarar á Føroya Studentaskúla og HF skeiði í Hoydølum eru í ferð við at gera.
Bókin kemur at innihalda frálæru um fysiologi og venjingarlæru, og er ætlað til frálæru í ítrótti á miðstigi í miðnámsskúlum, men skrivað verður at bókin kann eisini verða nýtt av venjarum av øðrum frítíðarítrótti.
Tað eru Svanna Hanusardóttir og Magni Mohr, sum bæði eru lærarar í Hoydølum, sum skriva bókina og arbeiðið byrjaði við skúlabyrjan í ár. Arbeiðið væntast at taka eitt ár.
Vit í fimleikinum gleða okkum til bókin verður at fáa og tað verður spennandi at kunna lesa um venjingarlæru á føroyskum.
GO ÍTRÒTTUR - GO HF
ak