15.07.2008 - 20:08
Sunnudagin, 20.juli, skipar Norðoya Gongufelag fyri sera spennandi gongutúri niðan á Kunoyarnakk
Mynd: Dávur Vinther
Sunnudagin, 20.juli, skipar Norðoya Gongufelag fyri sera spennandi gongutúri niðan á Kunoyarnakk.
Kendast av fjøllunum, ið sláa ring um Klaksvíkina, er Kunoyarnakkur, suðurendin á Kunoynni.
Sum ein ovurstór kempa, hevjar hann seg upp úr sjónum og steingir havalduna úti, ger Pollin og Vánna til eitt trygt friðskjól. So ásýndur er Kunoyarnakkur úr Klaksvík, bæði av landi og sjógvi, at hann av mongum verður sæddur sum eitt varðtekin fyri Klaksvík.
Sunnudagin, 20.juli, verður so høvi at njóta tað avbera flotta útsýni yvir Klaksvíkina og tær nærliggjandi oyggjarnar, standandi uppi á Kunoyarnakki. Komin niðaná verður matpakki notin
Farið verður frá eystursíðuni upp á Nakkin fyri síðan at ganga oman av vestursíðuni. Spákað verður heimgjøgnum Kunoyar bygd og gjøgnum ti sera hugnaligu viðarlundina.
Enda verður í bygdarhúsinum har borðreitt verður við leskiligari máltíð
Tilmelding: á Norðoya Kunningarstovu, tel 456939 info@klaksvik.fo
Kostnaður: kr. 170,- (fyri limir) og kr. 200,- (ikki-limir)
Íroknað prísin er: bussur, ferðaleiðari og máltíð í bygdarhúsinum
Fráfaringarstað: Norðoya Kunningarstova, Varpabrúgvin 1
Túrurin er tungur og tekur umleið 6-7 tímar
Fari verður frá Kunningarstovuni kl.13:30. Møtt verður kl. 13:00
Minnist til at hava matpakka við
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á
knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
16.11.2008 - 00:05
Manning av nevndinum hjá Samgonguni Havnarnevndin er blivin størri, nú eitur hon Havnar & Vinnunevndin, og Atli Steinbjørn Justinussen heldur fram sum formaður í nevndini. les meir..
15.11.2008 - 23:51
1000 takk fyri stuðulin Ein serstøk tøkk til tykkum, sum valdu meg persónliga
og til tykkum, sum gjørdu eitt megnar arbeiði fyri meg
til valstríðið, og mína familju sum hevur staði við mína lið. les meir..
15.11.2008 - 21:33
Samgonguskjal 2009-2012 Klaksvíkar Býrað Nýggja samgongan er liðug við samgonguskjalið. les meir..
10.11.2008 - 02:21
Samgonguskjalið sigur skattlætti Legg til merkis, samgongan setti sær fyri at lækka skattin. les meir..
04.11.2008 - 22:31
Atli atkvøddi einsamallur ímóti skattahækkan Sostatt atkvøddi undirritaði, sum tann einasti ímóti, at borgarar
í Klaksvíkar Kommunu skuldu gjalda meira í skatti. les meir..
29.10.2008 - 15:21
Í 1993 var skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu, 3,4.ferð hægri enn inntøkurnar So góðu borgarar í Klaksvík, vit hava sett gongd á aftur áður,
so hesaferð verður onki undantak, støðan ídag, og í mun til
1993., so er støðan ídag søgulig, tí allur heimurin er í einum
fíggjarligum aldudali.
Og vit skulu eisini minnast til, at Kommunan, er rættuliga nógv
útbygt á øllum økjum síðani 1993.
Um tað eru skýggj at hóma í løtuni, so leggja vit ikki árarnar inn,
men heldur seta føtur í bekk. les meir..
29.10.2008 - 15:04
Herverk gjørt á Valplakatir í Klaksvík Eg skal heilsa øllum borgarum, at eg eri stadivekk ímóti,
at hækka skattin, hjá tykkum borgarum í Klaksvíkar Kommunu.
Eg standi sum ein klettur ímóti Skattahækking. les meir..
28.10.2008 - 13:41
Klaksvík kann fáa ein spennandi Miðbý Sjálvt um skýggj hanga yvir allan Fíggjarheimin í løtuni, so eiga vit
ikki at leggja árarnar inn, men heldur seta føtur í bekk, og leggja
lunnar undir trivnaðin í Miðbýnum í Klaksvík. les meir..
19.10.2008 - 20:00
Norrøna kemur til Norðhavnina ímorgin Gongd er komi á uppskipingirnar á Góðshavnini nú, fleiri skip hjá
JFK hava landa síðani Frystihúsið er komi, og sjálvandi fara vit at
rokna við fleiri uppskipingum á Norðhavnini, sum í løtuni verður
longd til 317. metrar. les meir..
10.10.2008 - 01:10
Vit hava nú fingið okkum myndasavn Heimasíðan hevur nú fingið nýtt myndasavn, tygum koma
inn á myndasavnið við at klikkja músina á bjálkan omanfyri. les meir..
09.10.2008 - 18:59
Lat okkum ikki mála býin svartan Nei, nú eiga vit ikki at mála alt svart, lat okkum heldur taka
tøk saman, sum fer at fáa skútuna uppá rættkjøl, tað er
ongin ivi um at Klaksvíkin hevur eina bjarta tíð fyri framman,
við tí grundarlagið sum hesi fýra árini hava lagt lunnar undir les meir..
01.10.2008 - 22:39
Hesi nummur á Eydnuhjólinum 27.september eru ikki heinta Vinnarnir kunna ringja 456666 ella maila til baran@baran.fo les meir..
30.09.2008 - 00:02
Uppstillingin til Árnafjarðanevndina verður hóskvøldið Árnafjarðanevndin er staðbundna nevndin í
Klaksvíkar Kommunu fyri bygdina Árnafjørð. les meir..
29.09.2008 - 23:56
Fólkaflokkurin liðugur við uppstillingina til Býraðsvali í Klaksvíkar Kommunu Seinasti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag
var í Róðrarneystinum í Árnafirði íkvøld, og listin er klárur. les meir..
29.09.2008 - 23:43
Sundafólk søgdu KORTANEI Árnafjørður er sum kunnugt partur av
Klaksvíkar Kommunu, og tað hava vit altíð veri, líka síðani
tað bleiv stovna í 1908. Árnafjørður var nokk tann einasta
bygdin sum ikki fór úr Klaksvík. les meir..
25.09.2008 - 23:40
Tann 3.uppstillingarfundurin hjá Fólkaflokkinum verður í Árnafirði 22.09.2008 - 21:46
Rimmar Eydnuhjól í Árnafirði leygarkvøldið 27.september 22.09.2008 - 11:06
Annar uppstillingarfundur hjá Fólkaflokkinum verður mikukvøldið 17.09.2008 - 11:32
Ídag er fólka atkvøða í Hvannasunds Kommunu 11.09.2008 - 15:24
Báru "Seyðabingo" í ÁRF-neystinum í Árnafirði hóskvøldið 18. sept. 01.09.2008 - 16:12
Eiga skjótast gjørligt at byggja nýggjan Barnagarð aftrat 01.09.2008 - 15:41
Ikki støðu, um eg stilli upp til Býraðsvali 01.09.2008 - 15:28
Norðoya Fólkafloksfelag, hevur fyrsta uppstillingarfund mánakvøldið 8.september 28.08.2008 - 16:29
Hví ikki 8.000.kr. skattafrítt um mánaðin 25.08.2008 - 21:29
Stuðul til bjargingarbát – Norðoya Bjargingarfelag í 2005 25.08.2008 - 21:23
Nýggja vatnleiðing “Havnaøkið – Kósin”. 25.08.2008 - 21:19
Ídnaðar- og góðshavnin í Ánunum – 5. byggistig. 25.08.2008 - 21:11
Hetta eru val nevndirnar hjá Klaksvíkar Kommunu 25.08.2008 - 21:04
Val listarnir skulu vera inni 3.vikur áðren vali 24.08.2008 - 00:13
Nú fer hendan Býraðssetan at halla 04.08.2008 - 17:23
Havnastjórin til Klaksvíkar Havn er settur 23.07.2008 - 23:18
Gongutúrur Gjóvardalur – Árnafjørður 31.august 15.07.2008 - 20:08
Sunnudagin, 20.juli, skipar Norðoya Gongufelag fyri sera spennandi gongutúri niðan á Kunoyarnakk 03.07.2008 - 00:20
Norðoya Gongufelag aftur á ferð 19.06.2008 - 08:52
Klaksvíkar Havn fær nýggjan Havnastjóra 27.05.2008 - 23:46
Vit fara at rudda Árnafjørð leygardagin 31 mai 23.05.2008 - 11:48
ÁRF Køku-tombola 24 mai á Shell í Klaksvík 22.05.2008 - 20:17
Norðoya Gongufelag sín fyrsta túr 22.04.2008 - 20:46
Felagið Blóðgevi. Frágreiðing frá aðalfundi 19. apríl 2008. 14.04.2008 - 22:59
Aðalfundur í felagnum Blóðgeva 19. apríl 2008 kl. 14.
KNASSI er partur av KNASSAR
In order to see this content you will have to install
Flash Player , or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install
Flash Player , or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install
Flash Player , or turn 'on' java script support of your browser.