Minst til at blunka               Finn:           Vís heimasíðu yvirlit           Set til startsíðu
   LEINKJUR
NUMMARLEITARIN
(persón, virki, nummar)
   Á FORUM NÚ
   ÚR MYNDASAVNINUM
   SPØL
   MAT UPPSKRIFTIR
    TÍÐINDI
09.05.2008 - 22:13    
Kvinnurnar á Teistanum eru klárar til kappingarári 2008

Vit løgdu leiðina framvið róðrarneystinum á Argjum í vikuni. Har vóru kvinnurnar á Teistanum í ferð við at gera klárt at fara í bátin at venja. Vit fingu eitt prát við Erlu Olsen, róðurskvinnu á Teistanum.

Hon greiðir frá at tær byrjaðu at venja til kappingarári 2008, longu í november mánaða í fjør, og hava tær mest vant á rógvimaskinunum. Eftir eitt heldur miseydnað kappingarár í 2007, sum tó byrjaði væl við einum flottum øðrum plássi á Norðoyastevnu, ætla tær tað øðrvísi í ár. Vit eru fýra eftir av manningini frá í fjør summar, Joan, Anna, Edna og Elsa og so eru Linda og Erla komnar frá Havfrúnni í Vestmanna og Eirin sum, hevur róð nógv við Bliki er eisini nýggj umborð.

 

   Teistin 2008: Standandi fr.v: Eirin Wiberg Holm, Elsa Magnussen, Linda Johannesen og Edna Magnussen. Húkandi fr.v: Anna Andresen, Erla Olsen og Joan R. Mikkelsen. (mynd JUS)
 

Máið hjá flestu manningum er sum oftast at verða við har tað er stuttligt at verða, nemliga í oddastríðnum og tað er einki undantak hjá okkum, har vit í ár vilja verða við heilt har frammi, og hava vit eisini vant hart og miðvíst fyri at røkka hesum máli.

    

Líkindini fyri at hetta skal fara at eydnast hjá teimum í ár, skuldu eisini verið góð, tí hetta eru alt royndar kvinnur sum hava róð kapp í fleiri ár tilsamans.

 

   Erla Olsen er róðurskvinna og bátsforkvinna á Teistanum í 2008. (mynd JUS)

 

Nú tað verður tosa so nógv um at tað er so trupult at manna 6 mf. við kvinnum spurgdu vit Erlu um tær høvdu hugsa um hetta. Jú, vit hugsaðu í stutta tíð um at manna Lóm, men síðstu árini hevur tað verið støðugt verri at mannað bátarnar, og eftirsum at tað er lættari at manna eitt fimmannafar við kvinnum, valdu vit heldur hetta. Hví tað er so veit eg ikki. Kanska, um manningar vóru tvingaðar at flyta upp við aldursmarki, var støðan annarleiðis. Eg haldi tó ikki, at aldursmarkið skuldi verið 18 ár sum hjá dreingjum, men heldur 20 ár. Hetta hevði eisini tikið trýstið av nógvu manningunum á fimmannaførunum.

 
   Hesar ætla at verða við í oddastríðnum í summar. (mynd JUS) 

 

Uppá fyrispurning hvørjir bátar, kunnu fara at gera seg galdandi í summar sigur Erla: Tað sigst at nógvar manningar eru til 5 mf kvinnur í ár. Men ofta eru nógvar gitingar um, hvørjir bátar eru mannaðir, so einki er vist fyrr enn á Norðoyarstevnu. Men vit vita við vissu, at vinnandi báturin frá síðsta ár, Sílið úr Havn, luttekur aftur í ár við somu manning, og tær fara nokk at gera seg galdandi í oddinum. Eisini kann væntast at manningin á Katlu úr Árnafirði fer at blanda seg í oddastríðnum, tær endaðu á einum triðja plássi við Fípuni Føgru síðsta kappingarár, og tær luttaka við so at siga somu manning í ár.

 

   Tær gera klárt at fara í bátin at venja. (mynd JUS) 

 

Annars er at siga at Sámal Hansen smíðaði Teistan til Argja Róðrarfelag í 2007, og er hetta sostatt næsta kappingarári ið Teistin luttekur. At enda takka vit Erlu fyri práti og fara at ynskja kvinnunum á Teistanum góða eydnu í Fm – kappingini 2008. (JUS)  
Send grein til teldupost:
Til: Frá:
Vilt tú skriva á KNASSI?
Send okkum ein teldupost á knassar@knassar.com fyri at fáa meira at vita
 

Teldupostur

Loyniorð

Auto login
Vís meir



   TÍÐINDI

05.07.2008 - 09:03    
Christian Mouritsen liðugur í Manchester City
Manchester City hevur leyslatið tilsamans 10 leikarar, og ímillum hesar finst føroyski Christian Mouritsen.
les meir..

05.07.2008 - 08:23    
Anna Nygaard í Víkafé
� kvøld verður �rsins Songrødd 2008 at hoyra í Víkafé í Klaksvík, skrivar Norðlýsið.
les meir..

05.07.2008 - 06:58    
Spania og del Bosque í samráðingum
Spanska fótbóltssambandi, RFEF, er í løtuni í samráðingum við fyrrverandi venjaran hjá Real Madrid, Vicente del Bosque, sum eftir øllum at døma skal venja nýkosnu evropameistararnir.
les meir..

05.07.2008 - 04:28    
Víkingur vann í Runavík
Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík megnaði seinasta korterið at venda hóttandi tap til sannførandi sigur, og harvið eru teir framvegis við í stríðnum um heiðursmerkir.
les meir..

04.07.2008 - 22:57    
Landssjúkrahúsið kann spara 15 milliónir í hesum árinum
Landssjúkrahúsið hevur latið Almanna- og Heilsumálaráðnum eitt uppskot, har 15 milliónir krónur verða spardar í hesum árinum. - Ongar upps...
les meir..

04.07.2008 - 22:51    
Markið flutt fyri, hvat landsstýris- og samgongufólk siga
- Markið fyri, hvat landsstýrismenn og samgongulimir kunnu siga, er nógv broytt undir CHE-samgonguni, staðfestir Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmá...
les meir..

04.07.2008 - 22:37    
Gott politiskt áralag er treytað av sterkari politiskari leiðslu
- Persónlig útspilling og politiskar ósemjur milum landsstýrisfólk, sum verða viðgjørdar í fjølmiðlunum, høvdu ikki komið fyri í Danmark...
les meir..

04.07.2008 - 21:04    
Formuladeildin: Víkingur basti føroyameistarunum í Runavík
Framskundaði landskappingardysturin í Runavík í kvøld endaði við, at Víkingur streyk avstað við øllum trimum stigunum. NSÍ hevði munin í...
les meir..

04.07.2008 - 20:47    
Leiðandi løgfrøðingur settur í AHR
Almanna- og Heilsumálaráðið hevur gjørt av at seta Johnhard Klettheyggj sum leiðandi løgfrøðing.
les meir..
   TÍÐINDI
   HENT MIÐ
KNASSI er partur av KNASSAR     RSS
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.
Vilt tú lýsa klikk her.