
Mynd frá stuðulsrenningini í fjør.
Kappingarliðini hjá Havnar Fimleikafelag fara ímorgin leygardagin 10. maj kl. 9.00 at hava stuðulsrenning á ovaravølli í gundadali.
Endamálið er at savna pening inn til raksturin av kappingarliðunum.
Havnar Fimleikafelag hevur í fleiri ár, gjørt ymisk tiltøk. Tiltøkini hava verið býtt í tveir partar, annar hevur verið fimleikalig tiltøk og hin hevur verið peningalig tiltøk.
Fimleikaligu tiltøkini, so sum rútmukappingin, innanhýsis rútmu kappingin og familjudagur eru komin fyri at verða, og hava avgjørt ment og flutt fimleiki uppá eitt hægri støðið, og hava viðvirkað til at felagið ídag hevur avbjóðingar til allar fimleikarar, serliga innan rútmisku síðuna í felagnum. Felagið arbeiðið í løtuni við at fáa fimleikaligu tiltøkini til reiðskapin í eina meira fasta legu.
Peningaligu tiltøkini, hava seinastu árini verið mong í tali, og hava gjørt at raksturin av felagnum hevur borið seg væl. Tað er nevndin saman við øðrum sera góðum kreftum, sum hava staðið fyri hesum tiltøkunum.
Við tað at nevndin hevur samskipað hesi tiltøk í nógv ár, og harvið hevu brúkt sína orku á hesum øki, vendi nevndin sær til foreldrini at kappingarliðunum, og boðu um teirra hjálp.
Hetta hevur eydnast væl og tiltøk sum balletskeið í Havn, skava og vinn seðlar, fimleikaskeið á bygd, mótaframsýning, seta pelar fyri bónda hava sæð dagsins ljós. Liðini hava hvør í sínum lagið skipað fyri tiltøkum, og hava nú sum endaspurt eitt felagstiltak, stuðulsrenningin.
Okkurt liðið hevur sína stuðulsrenning seinni í árinum, grundað á annað tiltak, og eitt lið hevur stuðusrenningina í Kollafirði, og hava harvið sett tvey tiltøk saman. Eitt lið er komið á mál við síni innsavning, og verður tí ikki við ímorgin.
Tað er einki at ivast í at nevndin hevur tikið eitt nýtt tak, við at venda sær til foreldrini at kappingarliðini í ár, og tað verður avgjørt ikki seinastu ferð, tí um eitt felag sum Havnar Fimleikafelag, skal halda áfram við tí menning, sum felagið hevur staðið fyri seinastu árini, so mugu allar kreftir hjálpast. Nevndin megnar ikki at lyfta raksturin av felagið eina og alleina.
Heimasíðan ynskir tykkum øllum góða eydnu við innsavningini, og góðan stuðulsrennitúr :-)
GO FIMEIKUR - GO HF
ak