Felagið Blóðgevi. Frágreiðing frá aðalfundi 19. apríl 2008.
Fundarfrágreiðing frá aðalfundi 19. apríl 2008.
Fundurin varð hildin í veitsluhøll Landssjúkrahúsins.
17 fólk vóru møtt á fundi. Allir nevndarlimirnir vóru til staðar.
1) Val av orðstýrara. Alexander Samuelsen varð valdur. Hann gjørdi vart við, at fundurin var ov seint innkallaður. Atkvøtt varð millum fundarluttakararnar um fundurin skuldi avlýsast og innkallast av nýggjum ella, um fundurin skuldi halda fram. Eingin atkvøddi ímóti at fundurin kundi halda á sum aðalfundur. Nevndin tók til eftirtektar, at lýsingin var 2 dagar ov sein og, at talan var um eitt mistak.
2) Formansfrágreiðing.
Marita Simonsen
, forkvinna, greiddi frá virki felagsins í farna ári. Hon nevndi m.a. tiltakið, sum var í Miðlahúsinum altjóða blóðgevadagin. Filmur er gjørdur (meira um tað seinni). Faldarar eru prentaðir og eru klárir at senda í hvørt hús í pakkanum hjá Vikublaðnum. Felagsfundur varð hildin við hini bæði blóðgevafeløgini í landinum. Heimasíðan verður moderniserað, í løtuni eru nakrir tekniskir trupuleikar.
Ein harmulig afturgongd hevur verið seinasta árið í talinum av virknum blóðgevum.
Hetta kemur av at frámeldingin vegna aldur og sjúku (ella medisinska viðgerð) hevur verið eitt sindur størri enn tilmeldingin av nýggjum donorum. Felagið má tí spíla seg serliga nógv út komandi ár. Vit rokna við at faldarin og ikki minst teir nýggju filmarnir í Gevið Gætur og í bio-hallunum fara at gera mun.
3) Granskoðaður roknskapur varð lagdur fram til góðkenningar. Randi Herup Jakobsen, kassameistari, greiddi frá. Inntøkurnar vóru uml. 51 t.kr. Útreiðslur uml. 22 t.kr. Úrslitið soleiðis uml. 29 t.kr. Ogn felagsins við ársenda var uml. 70 t.kr.
Roknskapurin varð góðkendur.
4) Val av nevndarlimum. Bo Warberg og
Heðin Thomsen
stóðu fyri vali. Teir vórðu báðir afturvaldir. Eykalimirnir Alexander Samuelsen og Julian Eliasen vórðu eisini afturvaldir. Granskoðarin, Óli Regin Hansen, varð somuleiðis afturvaldur.
5) Rúni Sørensen, nevndarlimur, handaði trimum blóðgevum heiðursgávu fyri langa og trúgva tænastu. Teir fingu blómutyssi og silvurslipsanál við gulldropa:
Heðin Niclasen (tappaður 80 ferðir)
Jógvan Bærentsen (tappaður 75 ferðir)
Bo Warberg (tappaður 75 ferðir).
Regin Hansen skuldi eisini hava heiðursgávu, men kundi ikki møta á fundi. Hann fær sína slipsanál seinni.
6) Jákup Veyhe vísti tvær útgávur av filmi, hann hevur gjørt fyri felagið. Teir verða klárir fyrsta dagin at vísast alment í sjónvarpi og bio-hallum. Filmarnir vóru væl umtøktir av fundarfólkinum.
7) Aftaná fundin framførdu systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð eina sera skemtiliga sketsj. Ein hjartagóð og hjálpsom genta er við í næstan øllum vælgerðandi tiltøkum í landinum og vil nú eisini verða blóðgevi. Hon rættir báðar armar fram móti publikum, klár at bliva tappað. Systurin er meira jarðbundin og roynir at halda aftur. Hon heldur at systurin er bleik og helst hevur blóðtrot, gevur henni jarn-mixtur at drekka.
At enda syngja tær ein sang.
Ref. HT.

Bo Warberg, Jógvan Bærentsen og Heðin Niclasen.

Fundarkøkan