Týskir eygnalæknar hava nú funnið framm til orsøkina til, hví fólk, ið sita framman fyri telduskermi, fáa troytt og turr eygu.
Orsøkin siga teir, er at fólk gloyma at blunka tá tey sita frammanfyri telduskermin. Vanliga blunkar man ímeðal 9,7 ferð um minuttin, men framman fyri telduskermin blunkar man bert 4,3 ferð um minuttin í miðal.
Teir halda, at hesin trupuleikin kann loysast við at fáa skermin at senda eitt serligt skermsiginal, sum fær eyguni at blunka títtari.
Møguliga eitt eyga ella smiley, sum stendur og blunkar onkustaðni á skerminum.

Kanningar hjá teimum vísa, at eftir einari løtu blunka eyguni av sær sjálvum, í takt við blunkið á telduskerminum.
Teir eru tí farnir í holt við at gera eitt forrit, sum minnir fólk á at blunka.