Landsfundur hjá blóðgevafeløgunum í Føroyum 27. okt. 2007.
Stað: Laboratoriið á Landssjúkrahúsinum.
Kl. 10 - 14.45
Møtt:
Úr Klaksvík:
Karin Jacobsen
Av Tvøroyri:
Randi Strøm, Tim Wentzlau og Bente Bjærge Poulsen.
Úr Tórshavn:
Marita Simonsen, Randi Herup Jakobsen, Bo Warberg og Heðin Thomsen.
Skrá:
- Hvat er komið av skafti, síðan fundin á Tvøroyri
- Viðtøkur.
- Hagtøl/statistikkur í Føroyum. Blóðgevar/blóðgávur/blóðflokkabýti.
- Limaskap/felags áhugamál út í verð.
- Heimasíðan.
- Lýsingar
- Ymiskt.
Ad 1)
Vit umrøddu T-skjúrtuna við okkara logo (blóðdropanum). Tað er rættiliga dýrt at prenta hesar skjúrturnar – vit hava kontakta ymiskar sponsorar. Faldarin ”Vilt tú geva blóð” hevur givið nógvar blóðgevar í miðstaðarøkinum men heldur minni í Norðoyggjum og Suðuroy. Orsøkin er kanska tann, at teir smáu blóðbankarnir eru ikki nóg sjónligir á faldaranum. Klaksvíkar Blóðdonorlið (KB) hevði ynski um at broyta hetta. Ætlanin er at senda faldaran út í hvørt hús í Føroyum í pakkanum samanvið Vikublaðnum. Í Suðuroy hava tey havt góðar royndir av at vera aktiv undir politisku valkampagnunum og harvið fingið nýggjar blóðgevar.
Vit umrøddu eisini kúlupennarnar, skriviblokkar við okkara logo og skelti til t.d. ítrottarstevnir.
Ad 2)
KB hevði ikki sínar viðtøkur við til fundin, men tey fara at senda tær til hini. Formenninir í lokalfeløgunum skulu so hyggja at viðtøkunum. Viðtøkurnar fyri øll feløgini áttu at staðið á heimasíðuni – kanska áttu feløgini at gjørt felags viðtøkur ?
Ad 3)
Hagtølini eiga at vera sambærlig fyri alt landið. Øll sjúkrahúsini brúka sama telduforit til skráseting av blóðgevum, - tað manglar at fáa tær síðstu skrásetingarnar upp á pláss. Hetta arbeiðið verður liðugt í januar 2008. Tá allir blóðgevar eru skrásettir, kunnu vit sambinda upplýsingarnar til ein felags hagtalsgrunn. Áhugaverd hagtøl eru t.d. yvirlit yvir blóðflokkar, tilgongd av nýggjum blóðgevum, fráfarandi blóðgevar, kyn- og aldursbýtið av blóðgevum.
Ad 4)
Altjóða samarbeiði. Vit skulu styrkja samarbeiðið og sínamillum informatiónina millum tey 3 blóðgevafeløgini viðvíkjandi altjóða relatiónum og internationalum samarbeiði.
Ad 5)
Vit fingu demonstrerað, hvussu ein kann leggja tilfar inn á okkara felags heimasíðu.
Ad 6)
Eina felags nevnd at taka sær av lýsingartilfari. Av reklamutilfari hava vit t.d. plakatir við blóðdropunum og faldaran. Vit kundu sett bannaralýsingar á heimasíðurnar hjá t.d. portalinum hjá Føroya Tele, Suðurrás, Norðlýsinum, SMS- boð via fartelefon ? telekort, ballónir o.s.fr. Video-konferensur fyri ung um uppskot til film/faldarar ? Básar á ymiskum festivalum, har t.d. ókeypis atgongumerkir verða útlutaði.
Altjóða Blóðgevadagurin 14. juni kann nýtast og verður nýttur sum reklamu-átak.
Faldarin kann leggjast út á heimasíðuna sum pdf-fíla.
Nýggir blóðgevar kunnu melda seg til gjøgnum heimasíðuna soleiðis, at tilmeldingarnar koma fram til teir lokalu blóðbankarnar á sjúkrahúsunum.
Fleiri tíðindir á heimasíðuna.
Filmar: tað eru 2 filmar í gerð: ein í Havn og ein í Klaksvík.
Ad 7)
Trygging. Tryggingin av blóðgevum umfatar ikki dagpening/mista arbeiðsinntøku. Tryggingin (heiltíðarvanlukku- og ábyrgdartrygging) er felags fyri øll 3 sjúkrahúsini. Hon umfatar, sum er, eisini invaliditet og deyða í samband tapping og í samband við transport til og frá blóðbanka.
Samtykt varð, at Tim ger eitt uppskot til skriv til øll sjúkrahúsini, soleiðis at vit kunnu peika á ymiskar ábøtur, sum eru neyðugar viðvíkjandi trygging av blóðgevunum.
Vit skulu gera hagtøl yvir, hvussu nógv óhapp henda í blóðgávu-høpi, soleiðis at vit kunnu síggja, hvør tann verðuligi tørvurin fyri trygging er.
Vit skulu kanna hagtølini í Danmark viðvíkjandi hesum.
Teksturin í tryggingarpolisuni skal leggjast á heimasíðuna.
Fundurin endaði kl. 14.45.
Um kvøldi var hugnaligur døgverði fyri fundarluttakararnar heima hjá Maritu Simonsen.
Ref.: Bo Warberg/Heðin Thomsen
Fundarluttakararnir:

Standandi frá vinstru:
Bo Warberg, Kim Wentzlau, Karin Jacobsen, Marita Simonsen.
Sitandi frá vinstru:
Randi Herup Jakobsen, Heðin Thomsen, Randi Strøm (hon situr undir maskottinum "Dropanum"), Bente Bjærge Poulsen.