Árliga bilasølustevnan, sum FS Vágar skipar fyri, verður í ítróttarhøllini á Giljanesi um vikuskifti. Bilasølustevnan varar í 2 dagar, frá leygardegnum 27/10 til sunnudagin 28/10. Stevnan byrjar leygardagin kl. 14:00 og letur aftur leygarkvøld kl 20:00. Sunnudagin letur stevnan upp kl. 14:00 og endar kl. 19:00 sunnukvøld.
Í ár verða framsýnararnir Reyni Service, Auto Service, Berg Motors og Nordbil.
Eins og undanfarnu árini, verður eisini ymist annað á skránni, so sum livandi tónleikur, mótasýning, tombola og matarsøla.
Eisini verður ókeypis spælipláss til børnini við hoppiborg o.ø.
Tvey nýggj spennandi tiltøk verða við á stevnuni í ár.
Skipað verður fyri eini Playstation 3 kapping, har luttakararnir skulu kappast um hvør koyrir skjótast í spælinum Need For Speed Carbon. Tann skjótasti luttakarin vinnur eina Playstation 3 frá LM Handlinum, umframt spælið NFS Carbon.
Og í ár verður ein góður lutaseðil við í atgongugjaldinum, har høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 2 á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Trekt verður báðar dagarnar, so møguleiki er fyri at vinna tvær flogferðir fyri tvey hetta vikuskifti í høllini á Giljanesi.
Skrá og onnur kunning frá tiltakinum verður lýst á www.fsvagar.fo