Ansi tykkum í bátunum. [www.kapprodur.fo]
Tað er ikki altíð heilt vandaleyst at venja í bátinum um summari, sjálvt um tað er gott veður, so verður ofta vant inni í havnalagnum ella fram við har bátar og skip eisini sigla.
Í góðveðrinum í gjár var oldboysmanningin á Havnabátinum farin at rógva á Havnarvág, og vóru heir eitt sindur skelkaðir tá ein bátur kom inn um molan, og tá Havnabáturin vendi á stíriborð, vendi báturin eisini við sama veg, um róðursmaðurin á Havnabátinum ikki hevði varnast hetta, og bað allar skjóta á í sístu løtu, so hevði tað veri galin endi.

Vit fara at heita á allar manningar á kappróðrarbátum um at ansa sær teir sístu venjingardagarnir sum eftir eru, og fara vit eisini at biða hinar bátarnar um at ansa eftir okkara kappróðrarfólki.
www.arf.fo