Nú tað er gott ein vika til Ólavsøkuróðurin, eru oldboysmanningarnar farnar at rigga til.
Á havnalagnum á Argjum var tað eyðkenda svarta tíggjumannafarið aftur at síggja.

Eftir at teir høvdu rigga til, við fótalunnum o.ø. var farið í bátin, og sá tað út til at hesir menninir høvdu hildi ár fyrr, áralagið var bara gott.
Vit á heimasíðuni hava ikki fingið at vita hvussu nógvar oldboysmanningar vera við í ár, men vit hava fingið vátta frá stuðlafelagnum hjá NHR, at sigursvandi Norðingur verður ikki við í ár.


Vit fara at ynskja Nólsoyingi góða eydnu við róðrinum.
ww.arf.fo