Hósdagin 14. juni er Altjóða Blóðgevadagur (World Blood Donor Day).
Felagið Blóðgevi skipar hetta kvøldið fyri hugnaløtu í miðlahúsinum í Vágsbotni við fyrilestrum og undirhaldi. Tiltakið byrjar kl. 19.30.
Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum heldur fyrilestur um blóðgávu og um, hvat blóðið kann nýtast til í viðgerðini av ymiskum sjúkum.
Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvussu blóðgáva fer fram, og hvussu blóðið verður viðgjørt í bankanum.
Eisini verða nøkur hagtøl frá blóðbankanum løgd fram.
Sum undirhald verður sangur og tónleikur.
Nýggir blóðgevar fáa høvi til at melda seg til. Tiltakið kostar einki, og Felagið Blóðgevi vónar at nógv fólk møtir á fund.
Altjóða Blóðgevafelagsskapurin hevur hesa heimasíðuadressuna:
http://www.fiods.org/eng/index.html