Aftur til KNASSI
Um Knassi
Felagið
KNASSAR eigur og rekur
KNASSI.
Brøðurnir Jon Nysted og Niklái Nysted eiga
KNASSAR, og hava teir síðan 2001 veitt tænastur til alnótina.
Eitt frítíðar prosjekt var Undirhald.com, ein portalur við ymiskum serføroyskum spølum.
Tey seinastu 2 árini hevur verið arbeitt við
KNASSI og øðrum tilhoyrandi verkætlanum.
KNASSAR arbeiða í løtuni eisini við at fáa fótafestið á altjóða marknaðinum.
Málsetningur
Okkara málsetningur er sjálvandi at
KNASSI skal vera heimsins besti portalur. Og øll skulu brúka KNASSI sum byrjunarsíðu.
Á alnótini kanst tú finna alt um alt, men ein stórur trupuleiki er, at tað er eisini alt ov nógv at finna um onki.
Tú leitar eftir einum "møblaframleiðara" og finnur mest "síður sum vísa á síður við síðum sum vísa á síður... ...hjá møblaframleiðarum" ella nakin fólk í óhepnum støðum.
Á
KNASSI skalt tú finna tað tú leitar eftir. Uttan at verða álopin av popup reklamum , porno og harðskapi.
Á
KNASSI skalt tú finna tað mesta sum annars kann finnast á alnótini, bara eitt sindur betri.
Vit skulu hava góð tíðindi, góð heimasíðumið, góð spøl...
KNASSI skal vera ein betri alnót ;)
Til lýsarar
KNASSI er allarhelst bíligasta lýsingarstað á alnótini, og gevur
KNASSI øllum sum eiga eina heimasíðu møguleika at lýsa hana uttan at skula seta hús og bil í veð.
Á
KNASSI avgerð tú sjálv/ur prísin á lýsingunum.
Les meira her...
Vitjandi á
KNASSI í meðal um dagin:
586
Meðalkostnaður fyri eitt lýsingar-klikk:
20 oyru
Meðalkostnaður fyri eina lýsingar-vísing:
0,2 oyru
Kom lat okkum gera alnótina betri.
Vinarliga
Jon og Niklái
P.S. Vit svara fegin øðrum spurningum á
knassar@knassar.com, tú kanst eisini chatta við okkum á
Skype